- Hvør kann fegnast um at fara 15 prosent niður í løn?
Tað spyr Maud Vang Hansen, forkvinna í pedagogfelagnum
Hon sipar til nýggju pensjónslógirnar, Løgtingið hevur samtykt.
Maud Vang Hansen sigur, at pensjónsskipanin er ein álvarsligur snávingarsteinur fyri størri javna millum tey, sum arbeiða í Føroyum.
- Í longdini fara vit at síggja eina stóra gjógv millum tey, sum í dag hava góða løn og eftirløn, og øll hini, sum ikki hava møguleika fyri hesum, staðfestir hon.
Hon sigur, at vit fara at síggja nógvar fátakar pensjonistar í Føroyum um nøkur ár. Og tá verður eisini ivasamt, hvat fer at henda við samansparda virðinum hjá tí einstaka.
Forkvinnan í Pedagogfelagnum vísir á, at øll sum fáa løn, skulu spara saman til sína egnu eftirløn
Tað skulu eisini tey gera, sum fáa løn, sum ikki gevur eftirløn.
Eisini tey skulu nú seta eitt prosent av lønini til síðis til eftirløn. Næsta ár, skulu tvey prosent setast til síðis og síðani trý prosent, og so framvegis, líka til eftirlønir er komin upp á 15 prosent.
|
- Sama er galdandi fyri kvinnur, sum eru í barsilsfarloyvi, tær skulu nú rinda eitt prosent av barsislgjaldinum til kravdu samansparingina.
Hon sigur, at sostatt fara tey lægstløntu í samfelagnum niður í løn fyri at kunna rinda til eftirlønina.
Maud Vang Hansen vísir á, at Pedagogfelagið varðar av umleið 420 ársverkum á landsins stovnum í Almannaverkinum, sum arbeiða í skiftivaktum.
Í dag fáa tey ikki fáa eftirløn av allari lønini, tí tey fáa bert eftirløn av føstu lønini, og sostatt onga eftirløn av gjøldum fyri ólagaliga arbeiðstíð, viðbótum við meira.
- Tað ganga nøkur ár, uttan at nakað broytist viðvíkjandi lønini, men tá so kravda uppssparingarprosentið fer uppum virðið av inngoldnu eftirlønini, ja so standa øll hesi starvsfólk frammanfyri einum lønarniðurskurði, líka til samlaða prosenttalið er 15 prosent av allari lønini.
Tey sum enn ikki eru komin uppá 15 prosent í eftirlønargjaldi, fara at merkja kravdu uppsparingina, tá loftið er rokkið, og fara tá at merkja ein lønarniðurskurð.
Les meiri um sjónarmiðini hjá Maud Vang Hansen við at TRÝSTA HER
|