- Hetta er størsta frambrot

- Eg ætli mær at brúka Eysturoyartunnilin, sigur Mortan Højgaard, vinnulívsmaður á Toftum.

 

 

Mortan Højgaard, vinnulívsmaður á Toftum, hevur eisini roynt nýggja Eysturoyartunnilin, men hvat heldur hann um hesa útbygging av vegakervinum?

- Eg haldi, at hetta er størsta frambrot innan vegakervið í Føroyum.

Kann tað hugsast, at tú fert at brúka Eysturoyartunnilin sum farleið?

- Ja, tað fari eg, sigur Mortan Højgaard.