Tað tykist púra vist, at Gilli Rólantsson Sørensen ikki heldur fram í Brann Bergen, eftir at hann hevur takkað nei til trý sáttmálauppskot frá felagnum. Hann hevur eitt ár eftir av sáttmálanum, og segði við In.fo í gjár, at hann nú leitar eftir nýggjum felagi.
Les eisini: Gilli heldur ikki fram í Brann
Skal hann skifta til flestu av londunum í Evropa, so skal tað henda áðrenn midnátt í nátt. Í løtuni er einki konkret á borðinum, men føroyski landsliðsspælarin væntar tó, at skifta áðrenn summarið.
- Eg komi við 90 prosent vissu, at skifta felag áðrenn í summar. Tað snýr seg framvegis um at finna røttu loysnina. Eg havi ís í búkinum og ivist ongan løtu í, at vit finna ein loysn nokkso skjott, men eg vænti ikki at tað verður í kvøld, sigur Gilli Rólantsson við In.fo í dag.
Hann er júst komin aftur til Bergen, eftir at hava verið á venjingarlegu í Gran Canaria, men hann er í somu støðu sum Jóan Símun Edmundsson, sum ikki slapp við OB á venjingarlegu. Brann hevur longu keypt avloysarar fyri tvøramannin, men ein skaði gjørdi at hann slapp við á venjingarleguna alíkavæl.
Tá eitt skifti í dag ikki tykist sannlíkt, so eru ikki nógvir møguleikar eftir. Tó letur flytingarvindeygað ikki aftur í eitt nú Noreg, Svøríki, Sveis og USA. Millum annað spældi Gilli Rólantsson væl í landsydstinum í Lucern í Sveis í novembur í 2016, tá Føroyar taptu 2-0.
Eins og við Jóan Símuni Edmundsson, so lliggur einki konkret boð á borðinum hjá Gilla Rólantssyni í løtuni.