At grundarupphøddin til pensjónistarnar er skerd, er ein skammblettur fyri samgongina, sum seint verður gloymdur.
Tað var boðskapurin frá gomlu fakfelagskempuni Ingeborg Vinther á altjóða arbeiðaradegnum.
Sum forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag í ein mansaldur, er hon ein av okkara kendastu fakfelagsleiðarum og nú hon er farin frá, er hon farin í nevndina í landsfelagnum hjá pensónistunum.
Á 1. maidagshaldinum fyrr í vikuni vísti hon á, at samgongan gníggjar sær um hendurnar yvir allar tær hundraðtals milliónirnar, sum eru í avlopi á fíggjarlógini
– Men so skuldi tað veri lagað manni at gjørt nakað gott á tí sosiala økinum, eitt nú við at játta meira penig til okkara niðurpínda sjúkrahúsverk, ella við at strika forskattingina av pensjónunum, sum var eitt vallyfti hjá fleiri politikarum,
Ella kundi samgongan hækka grundarupphæddina á fólkapensjónini aftur til tað hon var, segði Ingeborg Vinther.
Hon heldur, at serliga fyri Javnaðarflokkin var tað skomm at grundarupphæddin varð lækkað, tí hesin flokkur var við at seta fólkapensjónina ástovn í sínari tí. Men nú hevur hann skarvað av grundarupphæddini fyri at pynta fíggjarlógina og fyri at fáa meira skatt inn frá pensjonistinum. Eitt, hon sipar til, er, at ístaðin skal gjaldið úr Samhaldsfasta hækka, men tað er skattskyldugt.
– Nú er so ein nýggj pensjónskipan samtykt á Føroy Løgtingi, sum býtir okkara pensjonistar upp í tríggjar bólkar. Ein bólkur eru tey ið eru fødd áðrenn 1953 og ein annar bólkur eru tey, ið eru fødd eftir 1953. Triði bólkurin eru tey, ið ikki hava verið á arbeiðsmarknaðinum vegna sjúku ella brek, ella bara hava arbeitt eitt stutt skeið.
– Hesi fáa ikki at spara til sína egna pensjón, men nú skulu øll tey so fáa eitt slag av fátækahjálp frá tí almenna tá tey verða pensjónistar.
Fólk hava spart til sína egnu pensjón gjøgnum eitt langt arbeiðslív, og sum eisini hava goldið sín skatt í góðari trúgv at tey, í hvussu so var, fóru at fáa grundarupphæddina av fólkapensjónini. Men nú kunnu tey vænta at verða mótroknað so tey onki fáa og gyri øll hesu er henda nýggja pensjónsskipan eitt vónbrot, staðfesti Ingeborg Vinther.
Í hesu nýggju pensjónsskipan verður dentur lagdur á, at landskassin og kommunurnar fóru atr fáa meiri inn í skatti. Men tá ið nú bæði Landskassin og komunukassanar skulu fáa meira inn, hvør verður so taparin, spurdi Ingeborg Vinther. Tað verða sjálvandi pensjónistarnir ið skulu gjalda meira, svaraði hon sjálv.
– Eitt kunnu vit staðfesta, og tað er, at tað verður ikki lætt at verða eldri í framtíðar Føroyum, segði hon.