Hetta er sera syrgiligt

Tað, sum er komið fram um bústaðin hjá einum sálarsjúkum á Íslandsvegnum, eigur ikki at bera til og hetta skulu vit ikki góðtaka

- Hetta er sera syrgiligt. Hetta eigur ikki at bera til og hetta eiga vit ikki at góðtaka.

Tað heldur Jóna Mariusardóttir Mortensen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin.

Í løgtinginum í morgun vildi hon hava Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum at greiða frá, hvat er hent í málinum um at útvega eini sálarsjúkari gentu íbúð á Íslandsvegnum.

 

Í gjár kom fram í Kringvarpinum, at gentan hevði mist íbúðina, tí grannar høvdu savnað inn undirskriftir ímóti, at hon fekk hana og tí hevði Bústaðir tikið íbúðina aftur

- Hetta kunnu vit slett ikki lata fara aftur við borðinum.

- Tað er gamaní at senda klæðir til Moldova, tí tað er so synd í teimum, men tá ið vit skulu hava tey til granna, gongur tað ikki.

 

Annika Olsen heldur, at tað, sum er komið fram í hesum máli, sendir eitt ótrúliga trongskygdan boðskap  um tey veiku í samfelagnum.

Hon sigur, at nú fer hon at kanna málið út í æsir, fyri at vita, hvat tað er, sum er hent í hesum málið.

Okkara uppgáva verður nú at úvega hesum fólkum ein nýggjan bústað sum skjótast, sigur hon.

Men hon legði dent á, at annars hava Almannaverkið, Almannamálaráðið og Bústaðir havt eitt ómetaliga gott samstarv.