Hetta er seinasti Smyril – næsta málið er tunnil

– Nú skulu vit ikki stegða á, fyrr enn eisini Suðuroy hevur fast samband.

 

Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður, við Sosialin.

 

Landsstýrismaðurin er sera spentur, nú hann um góðan mánað sleppur at síggja tilboðini upp á arbeiðið at gera Eysturoyartunnilin, sum farið verður undir at bora seinni í ár.

 

Við Sosialin sigur Henrik Old, at tað er neyðugt at hava Suðuroyartunnillin í huganum alla tíðina og at fara so smátt undir at fyrireika Suðuroyartunnilin.

 

Hann vísir á, at um eini 16 ár kunnu bæði Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin verða goldnir, og tá er Suðuroyartunnilin ikki so langt burturi.

 

Landsstýrismaðurin sigur, at tað má ikki koma upp á tal at byggja ein nýggjan Smyril.

 

– Hann er longu 11 ára gamal, og um 16 ár er hann 27 ár, og tá er litið gott eftir av honum, vísir landsstýrismaðurin á.

 

– Tað má vera eitt treytaleyst plitiskt mál, at hetta skal vera okkara seiansti Smyri, tí tað er púra vitleyst at byggja eitt nýtt skip, sigur Henrik Old við Sosialin.

 

Blaðið fæst í leysasølu kring landið, og talgilda útgávan kann keypast á www.sos.fo