AB eigur seinnapartin heimavøll fyri síðstu ferð í ár. Um tað ikki eydnast at vinna ímóti Skála, so er tað rættiliga sannlíkt, at hetta verður síðsti heimadysturin í hesum umfarinum.
Í síðsta umfari skal AB spæla á Eiði. Um tað eydnast at vinna í dag, so verður talan um finalu leygardagin í Hólmanum.
Hjá AB er Mikkjal T. Hentze leikbannaður, meðan Bjarki C. Nielsen er tøkur aftur, eftir at hann hevur verið plágaður av skaða í hondini.
Í gjárkvøldið varð í tíðindaskrivi tað staðfest, sum in.fo visti at siga fyrrapartin ígjár. Eyðun Klakstein verður eisini venjari á Skála í 2019.
-Vit eru væl nøgdir við samstarvið við Eyðun Klakstein, og vit eru fegin um, at hann heldur fram sum venjari hjá okkum. Eyðun hevur tillagað spælistílin og ment hópin munandi. Vit vóna, at tað næsta ár fer at bera til at heysta fruktirnar av arbeiðnum í uppaftur størri mun, sigur Arni K. Abrahamsen, formaður í Skála Ítróttarfelag.
-Skála er lítið felag við sterkum grundarlagi. Fyri fyrstu ferð í søguni hevur felagið havt lið í tveimum teimum fremstu deildunum, og U-21 liðið vann bronsu. Hetta er sera gott avrik, og næsta ár fara vit at menna liðini og spælararnar uppaftur meiri. Eg eri hampuliga væl nøgdur við hetta árið, sum vit skulu enda væl, og eg haldi, at tað kann verða eitt sindur betri næsta ár, sigur Eyðun Klaksvík
Ahmed Mujdragic er leikbannaður. Jákup Jakobsen er tøkur aftur eftir leikbann, og tað er ivasamt, um Heðin Klakstein er førur fyri at spæla. Hann noyddist skaddur av vøllinum fyri fjúrtan døgum síðani.