Næstsíðsta umfar í landskappingini í fótbólti verður seinnapartin ídag.
Fyrsta bríksl verður í Fuglafirði klokkan 14.30, og síðsta bríksl verður við Margáir, tá ið klokkan fer at nærkast 19.
Umfarið er søguligt á tann hátt, at hetta er fyrsta ferðin, at eitt umfar í landskappingini verður spælt eftir, at oktober mánaði er liðugur.
Í gjár vóru ikki líkindi at spæla fótbólt á Svangaskarði, har FC Hoyvík í 1. deild var gestur hjá B68. Tann dysturin er ásettur at vera klokkan 13 ídag.
Hóast tað er illfýsið fyrrapartin, so sigur veðurforsøgnin, at tað vera hampulig líkindi at spæla fótbólt seinnapartin. Ættin stendur ymiskt á kring landið, men sambært DMI verður vindferðin seinnapartin undir tíggju metrar um sekundið. Hann verður sunnan, hitin verður 7 – 8 stig, og tað verður turt.
ÍF – AB: Dagfinn Forná kl. 14.30
Víkingur – B36: Alex Troleis kl. 15.00
NSÍ – KÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00
EB/Streymur – Skála: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 17.00
HB – TB: Eiler Rasmussen kl. 15.00
HB | 25 | 21 | 2 | 2 | 76 | 22 | 65 |
KÍ | 24 | 18 | 4 | 2 | 68 | 22 | 58 |
NSÍ | 25 | 18 | 3 | 4 | 53 | 23 | 57 |
B36 | 25 | 18 | 2 | 5 | 71 | 32 | 56 |
Víkingur | 25 | 14 | 2 | 9 | 50 | 40 | 44 |
ÍF | 25 | 6 | 5 | 14 | 32 | 55 | 23 |
EB/Streymur | 25 | 7 | 2 | 16 | 25 | 60 | 23 |
TB | 25 | 3 | 6 | 16 | 17 | 36 | 15 |
AB | 24 | 0 | 7 | 17 | 16 | 69 | 7 |
Skála | 25 | 1 | 3 | 21 | 19 | 68 | 6 |