Í dag 23. november er stóri søludagurin, Black Friday - ella sum mann kann siga á føroyskum, Svarti fríggjadagur.
Amerikanska fyribrigdið hevur spakuliga sníkt seg inn í hugaheimin hjá føroyingum seinastu trý árini. Tað sæst longu nú á øllum lýsingunum, har handlar royna at lokka føroyingar við niðursettum prísum á ávísum vørum.
Black Friday er eitt innflutt fyribrigdi frá USA, har hesin dagurin í fleiri ár hevur verið størsti innkeypsdagurin í landinum. Black Friday er altíð dagin eftir stóru amerikansku hátíðina, Thanksgiving, sum altíð er fjóðra hósdag í november.
Black Friday byrjaði í 60’unum, tá fleiri handlar byrjaðu at broyta upplatingartíðirnar fyri at hava longri opið um kvøldarnar við bíligum vørum. Í 1980’unum gjørdist hetta siðvenja, og fleiri byrjaðu at síggja hesa nýggju siðvenjuna sum ein óalmennan halgidag, har mann hugnar sær við vinum og familju og fer út at keypa.
Á føroyskum verður navnið “Black Friday” umsett til “Svarti Fríggjadagur”. Tað sigst, at navnið súmboliserar, at tey nógvu tilboðini á hesum degi gera gøturnar svartar av fólki og bilum. Ein onnur frágreiðing uppá navnið er, at roknskapurin hjá handlunum fer frá minus til plus - soleiðis at reyðu tølini á botnlinjuni blíva svørt.
Um Black Friday er dagurin hjá kundunum ella dagurin hjá handlunum er ein heilt annar spurningur. Dagurin er í øllum førum ein máti hjá handlunum at fáa gongd á jólasøluna í góðari tíð, har summir kundar kunnu vera hepnir og hála nakrar jólagávur í hús í góðari tíð fyri at umganga jólagávustrongdina ein mánað. Um tilboðini eru so góð, ella um tey nógvu tilboðini selja hvønn annan, er so eisini ein annar spurningur, mann kann seta sær sjálvum á Black Friday.