- Hetta er reint idioti

- Vit fara ongantíð at góðtaka, at Teistin verður tikin frá okkum á kvøldtúrunum, sigur Brandur Sandoy, løgtingsmaður.

 

 

Á borgarafundinum í Skopun í gjár vóru allir borgarstjórarnir í Sandoynni, Gerhard Lognberg, Brandur Sandoy (í farloyvi), Linjohn Christiansen og Brynhild Sørensen. Brandur Sandoy, sum er í farloyvi, men sum nú situr á løgtingi, segði eisini nøkur orð á fundinum í Samljóði.

- Eg fari at takka fyri, at tit komu suður, men eg fari ikki at takka tykkum fyri tað, tit hava lagt fyri okkum. Hetta er púrasta idioti, og hetta er at bumba okkum aftur í steinøldina. Hetta, tit hava lagt fram, kemur slett ikki upp á tal.

Nakað soleiðis málbar Brandur Sandoy seg, tá hann gjørdi viðmerkingar til uppskotið um ferðaætlan, sum umboð fyri Strandfaraskip Landsins júst høvdu lagt fyri sandoyingar.

Løgtingsmaðurin legði stóran dent á, at Teistin skal sigla, sum hann siglir nú, men er tað soleiðis, at SSL hevur ein trupulleika á hestleiðini, eigur hetta ikki at vera trupulleikin hjá sandoyingum.

Brandur Sandoy helt, at tað eigur at lata seg gera, tá nýggja farmaskipið kemur, at tað verður hetta skip, sum eisini kemur at røkja farleiðina millum Gomlurætt og Hest, soleiðis at siglingin hjá Teistanum í Sandoynna verður órógvað sum minst.

- Vit koma ongantíð at góðtaka, at Teistin verður tikin frá okkum á kvøldtúrunum, tí tað fer slett ikki at lata seg gera at veita fólki í Sandoynni eina líkinda tænastu við farmaskipinum, sum umframt manningina bert tekur 12 ferðafólk.

Løgtingsmaðurin vísti á, at tað verður so nógv, sum verður ávirkað, um farmaskipið verður einasti møguleikin hjá ferðafólki á seinnu kvøldtúrunum.

- Hvat við teimum, sum fara um fjørðin í ein føðingardag, og hvat við øllum teimum tiltøkum og kappingum, sum B71 luttekur í norðanfjørðs. Hvat við teimum, sum um kvøldarnar koma suður her at venja og skulu norðuraftur?

Eins og Gerhard Lognberg og fleiri onnur, sum høvdu orðið á borgarafundinum í Skopun í gjár, helt Brandur Sandoy, at tað avgjørt ikki ber til at taka Teistan úr sigling seinastu tveir túrarnar á kvøldi um Skopunarfjørð.

##med2##