Nú Løgtingið fer at samtykkja fíggjarlógina fyri næsta ár, fer Løgtingið eisini at samtykkja, at Strandferðslan skal leggjast um og gerast til eitt alment partafelag.
Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, tekur hetta sum um, at nú ætlar samgongan, at Strandferðslan skal sigla sín egna sjógv. Hann vísir eisini á, at endamálið við einum partafelag er at hava yvirskot og hann er vísur í, at hetta fer at gera tað dýrari hjá øllum, sum brúka Strandferðsluna, bæði hjá vanligum ferðafólki, og hjá vinnulívinum – men tað fer at verða dýrast hjá suðuroyingum.
– Tað er ræðandi og óskiljandi, at samgongan ger umstøðurnar verri hjá fyri fólk og virki at virka í Suðuroynni, sigur Bjarni Hammer. Hann sigur, at tað verður ein vanlukka fyri Suðuroynna og hvørki Løgtingið, ella Landsstýrið, fáa gjørt annað enn hugt at.
– Posta er feskasta dømið um, hvussu galið tað kann enda við starvsfólkatrygdini í almennum partafeløgum. Er hetta tað, sum føroyingar ynskja sær við Strandferðsluni, spyr hann.
– Saman við Sandoyarleiðini, er Suðuroyggin nógv tann dýrasta at ferðast til og frá. Nú verður tað nógv dýrari hjá øllum húsarhaldum og vinnufyritøkum í landinum, sum brúka Strandferðsluna – og serliga suðuroyingum. Og hann spyr, Hví allir føroyingar skulu gjalda fyri, at nøkur koyra ókeypis og bíligari ígjøgnum undirsjóvartunlarnar, samstundis sum at suðuroyingar framhaldandi skulu knokkroytast?