Hetta er rætta loysnin

Hanus Hansen, formaður í Føroya Reiðarafelag og stjóri á Kósini í Klaksvík, er sera glaður fyri semjuna, sum er gjørt millum vinnuna, manningarfeløgini og havfrøðina um fiskidagarnar og nýggju umsitingarætlanina

– Hetta er bæði ein góð og røtt loysn. Tað var stórt at fáa semju og koma til eina felags niðurstøðu, sum allir partar kunnu taka undir við, sigur Hanus Hansen.

Hann er ein av teimum 12 persónunum, ið hevur mannað arbeiðsbólkin, sum hevur gjørt tilmæli um eina umsitingarætlan fyri fiskiskapin eftir botnfiski undir Føroyum. Tað var landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, ið setti arbeiðsbólkin síðsta heyst. Í arbeiðsbólkinum hava verið umboð fyri vinnuna, Havstovuna, manningarfeløgini og fyrisitingina í Fiskimálaráðnum.

Roknistykki broytti útgangsstøðið
– Tá ið vit fingu betur úrslit, enn eg hevði væntað, so kann eg ikki annað enn vera nøgdur, sigur Hanus Hansen.

Hann vísir á, at tá ið arbeiðið byrjaði, so var talan um at hava eina kvotaskipan. Men eingin av teimum í vinnuni ella manningarfeløgini vildu hava eina kvotaskipan. Allir partar vildu hava fiskidagaskipan.

– Í november og desember í fjør kom ein stórur niðurskurður í døgum, tá ið kvotuskipanin var slept. Men so royndu vit at gera eitt roknistykki út frá árunum 2002 og 2003 og hugdu eftir, hvat vit fiskaðu um dagin tá og fluttu tað yvir til í dag. Dagarnir vóru í hesum tíðarskeiðnum lækkaðir við 50 prosentum. Tá var niðurstøðan hjá Havstovuni, at vit eru innan fyri karmarnar. Tað vil siga, at tað er burðardygt. Tí endaði tað við hesum, sigur Hanus Hansen.

Les eisini: Semja um fiskidagaskipanina

 

Tørv á MSC-góðkenningum

Útgangsstøði fyri nýggju ásetingina verður sostatt tikið í hesi útrokningini, og so er møguligt at hava somu veiðu næsta ár, ella at tillaga fimm prosent upp ella fimm prosent niður.

– Vinnan vil hava tryggar karmar. Tað er eingin, ið vil fiska tann síðsta fiskin. Vit ynskja at fáa burðardygga veiðu og harvið eisini MSC-góðkenningarnar fyri hýsu og tosk skjótast gjørligt, so at fiskurin kann tilvirkast í Føroyum og ikki sendast feskur av landinum. Um vit fáa hesa góðkenningina, so hava vit hýsu at arbeiða næstan hvønn dag á Kósini, sigur Hanus Hansen.

Upsin, brosman, longan og gulllaksurin eru longu MSC-góðkend, men toskurin og hýsan mangla.


Meira til arbeiðsfólkið og meira til vinnuna

Hanus Hansen vísir á, at tað eru stórir marknaðir í Onglandi, til dømis Mark & Spencer og Tesco, sum teir seldu nógv til fyrr, men sum teir ikki eru slopnir inn á í síðstuni, tí at MSC-góðkenningar mangla.

– Sjálvt um vit eiga bæði skip og virki, so hava vit selt hýsuna feska niður til Onglands. Vit hava arbeitt eitt lítið sindur, men vit hava ikki fingið nakran serligan prís, so tað hevur ikki loyst seg. Um vit fáa hesa góðkenningina, so verður meira arbeiði í Føroyum, og vit fara eisini at fáa meira fyri tað, sum vit selja, sigur Hanus Hansen.

Hann vísir á, at botnurin verður lagdur hægri, og at tað verður meira til arbeiðsfólkið og meira til vinnuna.

Væntar fulla undirtøku frá Løgtinginum

Nú má fyrst ein lógarbroyting gerast, áðrenn nýggja skipanin kann takast í brúk.

– Eg dugi ikki at síggja, at Løgtingið ikki tekur fult undir við hesum. Allir partar vilja hava hesa skipan. Tað, sum gevur hendan møguleikan, er, at toskur og hýsan eru á veg uppeftir. Tí missir eingin nakað. Tað, sum vit hava upplivað áðrenn, er, at vit hava mist, tí tað hava verið skerjingar, sigur reiðarin úr Klaksvík.

Gott at fingið lógarbroytingina ígjøgnum skjótt

Hann veit ikki, um lógarbroytingarnar koma ígjøgnum við núverandi tingmanning, men tað vónar hann.

– Tað hevði verið gott, um vit fáa hetta skjótt, so at skipanin kundi komið í gildi við endan av árinum. Eg vóni, at tað verður áðrenn valið. Eg vænti tó, at eitt nýtt Løgting eisini tekur undir við hesum. Og tað sigi eg, tí at øll vinnan, reiðararnir og manningarfeløgini og Havstovan eru samd um hetta, sigur Hanus Hansen.

Les eisini: Ger eina roynd at savna Løgtingið