Hendrik Thomsen
Javnaðarvalevni
1. Meira umsorgan fyri teimum gomlu, sum í dag liggja meira og minni í hjálparloysi. Fleiri sambýlir skulu útvegast, og røktin økjast.
2. Skapa búðstaðarmøguleikar til skúlaungdómin. Bygging av skúlaheimum, har lesandi og lærlingar kunnu búgva fyri sámuligan prís. Landið og kommunurnar, sum varða av ungdómunum, skuldu verið saman um hesa bygging
3. Arbeiða fyri, at tann privati leigumarknaðurin verur skipaður soleiðis, at tað er trygt og óðdýrt fyri leigarin. Og at hetta skattliga loysir seg fyri eigaran
4.Møguleikar skulu finnast fyri bygging av íbúðum, sum fólk kunnu leiga ella partvís eiga fyri ein rímuligan prís,
5. Arbeiða fyri, at tey sum ikki sjálvi eru før fyri at útvega sær ein búðstað, fáa eitt stað, har tey kunnu føla seg heima. Her má hatturin takast av fyri Frelsunarherinum, Blákrossheiminum, og stuðul veitast, so tey kunnu halda fram
6. Fleiri vegastrekkir eru heilt óforsvarlig, nú ferðslan er vorðin so nógv.
Her kann nevnast Varðagøta, Hospitalssvingið og onnur strekkið, sum eru sera hættislig, her má okkurt henda beinanvegin.
7. Geva øllum børnum ein ansingarmøguleika sum foreldur og børn kunnu verða trygg við
8.Spælipláss skulu gerast, so børn kunnu spæla uttan at verða í vanda og til ampa fyri ferðsluna.
9. Møguleikar skulu skapast fyri longdari foreldrafarloyvi í samband við barnsburð
10. Havnini tørvar ein barnalækna, sum kann taka sær av teimum smáu, sum ikki eru før fyri at greiða frá hvat í feilar.









