Føroyingar eiga ikki longur at velja tvey umboð á danska fólkatingið. Tað heldur Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, og nú hevur hann eisini lagt uppskot fyri Løgtingið um at avtaka føroysku fólkatingssessirnar.
Hann sigur, at kanska halda summi , at tað, eina ferð í tíðini, hevur tænt einum praktiska endamáli at hava tveir føroyskar sessir á Fólkatingi. Men tann tørvurin er útvatnaður fyri langari tíð síðani, tí føroyskir myndugleikar hava yvirtikið flestu felagsmálini.
– Føroysku fólkatingslimir hava tí fingið ein undarligan leiklut í donskum politikki. Eitt er, at teir kunnu gera av, hvør skal hava stjórnarvaldið í Danmark. Eitt annað er, at teir kunnu lóggeva um viðurskifti fyri borgarar í einum øðrum landi enn okkara.
Hann heldur, at hettar er púra burturvið, og neyvan høvdu vit góðtikið, at ríkisumboðið hevði møguleikan at gera av, hvør samgonga skal vera í Føroyum, ella hvør lóggáva skal vera galdandi í Føroyum.
– Hava vit tørv á at verða umboð í Danmark, er hettar ein uppgáva fyri føroysku sendistovuna, og ikki fyri tveir tilvildarligar fólkatingslimir, sum eru valdir í Føroyum, leggur hann afturat.
Hann vísir eisini á, at fólkatingsmenninir reika inn og út úr føroyskum politikki, og skapa órógv í politisku skipanini í Føroyum. Teir eru væl betri løntir enn føroysk tingfólk, og samstundis sum ein løgtingslimur fær 30.000 krónur um árið at arbeiða við, fær ein fólkatingslimur væl omanfyri eina millón um árið.
– Skipanin elur okkurt slag av ónøgd og mismuni, sum ikki tænir nøkrum. Við føroysku fólkatingssessunum hava vit fingið eina yvirstætt millum føroyskar politikarar, sum hevur lítið annað at taka sær til, enn at selja seg sjálvan og sítt undirhald, sigur løgtingsmaðurin fyri Tjóðveldi.
– Fólkatingsvalini eru eisini órógvandi fyri føroyska samfelagið, og skapa valstríð í Løgtinginum, í úrtíð. Hann heldur kortini, at tað ringasta er kortini teir lokalpolitisku handlarnir, sum eru gjørdur hesi seinastu um ítøkiligar ætlanir av ymiskum slagi.
Hann heldur, at tað minnir mest um kommunustýrispolitikk frá síni verstu síðu, og tað hevur bara eitt einasta endamál, og tað er at fáa fólkatingsmenninar afturvaldar.
Hann heldur sostatt, at tað er her í okkara landi, at vit skulu stjórna, við okkara føroyska fólkaræði, og ikki í Danmark.