Hetta er okkara hátíðardagur

- Talan er ikki bert um at lurta eftir nøkrum fyrilestrum og eta ein døgurða. Tað er altíð ein góður stemningur, fólk hugna sær og halda dagin sum hátíðardag fyri vinnuna, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum

Árligi vinnudagurin, sum Vinnuhúsið skipar fyri, hevur øll árini havt til endamáls, at menna vinnuligan hugburð og økja um virðingina fyri vinnuni hjá myndugleikum og borgarum.

At velja Ársins virki og kjósa Ársins átak eru framvegis stórir og týdningarmiklir partar av degnum, men dagurin er meiri enn hetta.

- Vinnudagurin er fyri okkum ein hátíðardagur, og eitt av endamálunum við degnum er at skapa stoltleika millum vinnufólk fyri tí, tey gera, sigur Marita Rasmussen.

Sum vant verða eisini fyrilestrar á skránni, og millum fyrilestrarhaldararnar er formaðurin í íslendska arbeiðsgevarafelagnum, Vilmundur Jósefsson.

- Vit hyggja eftir, hvat er uppi í tíðini, og velja so fólkini at halda fyrilestrar út frá tí. Eisini eftirmeta vit sjálvan vinnudagin í samráð við vinnuna, og lurta eftir, hvat vinnan ynskir og vil hava, sigur Marita Rasmussen.

At velja út Ársins virki er ein dómsnevnd, sum í ár hevur hesar limir: Niclas Joensen frá Articon, sum gjørdist Ársins virki í fjør, Kjartan Kristiansen frá Vinnumálaráðnum, Marner Jacobsen, forstjóri í Eik, Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka og Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum.

- Kriteriini eru rættiliga konservativ. Vit hyggja eftir gongdini hjá virkjunum gjøgnum nøkur ár, og fyri at gerast ársins virki skal fyritøkan hava gott fíggjarligt úrslit at vísa á gjøgnum fleiri ár, eins og fyritøkan eisini skal kunna vísa á ein støðugan vøkstur, sigur Marita Rasmussen.

 

Góð undirtøka

Hetta er 10. árið, at Vinnuhúsið skipar fyri vinnudegnum, og undirtøkan í vinnuni fyri degnum er rættiliga góð.

- Undirtøkan hevur verið støðug seinastu árini og vinnan hevur veruliga tikið dagin til sín. Fólk eru í góðum lag og hugna sær á degnum, bæði til fyrilestrarnar, sum vit altíð royna at hava so viðkomandi sum gjørligt, og í teimum steðgunum, sum eru, sigur Marita Rasmussen.

Og so er sjálvandi eisini stóri spenningurin um, hvør vinur heiðurin sum Ársins virki og hvør fær herðaklapp sum Ársins átak.

- Ársins virki er sjálvandi kosið langt framman undan sjálvum vinnudegnum, og vinnarin hevur vitað tað leingi. Tað er sjálvandi eisini neyðugt, tí siður hevur verið at gjørt ein stuttfilm, einar 4-5 minuttir langan, um vinnandi fyritøkuna, sum verður vístur í sambandi við kjósanina av Ársins virki, sigur Marita Rasmussen.

Tá dagurin í Norðurlandahúsinum er av, verður opæið hús uppi í Vinnuhúsinum, har fólk kunnu hugna sær saman við einum glasi av víni ella hvat tað nú skal verða.

- Eftir hetta verður fari við bussi niðan á Hotel Føroyar til ein betri bita, og síðani verður dansað til »den lyse morgen«. So talan er um ein dag fyri vinnuna burturav, sigur Marita Rasmussen.

 

Vinnan fær seg roynda

Tá talan er um at velja ársins virki eru tað fyri tað mesta størri fyritøkur, sum eru við í myndini, meðan ársins átak saktans kann verða latið til ein einstakan persón.

Tíðirnar eru sum kunnugt ikki tær bestu, men tað sær stjórin í Vinnuhúsinum ikki sum nakran trupulleika.

- Tað er júst í fíggjarliga trongum tíðum, at fyritøkurnar fáa seg royndar. Men tað er ikki nakað, sum fyritøkurnar eru ókendar við, sigur Marita Rasmussen.

Reglugerðin fyri kjósanini av ársins virki sigur ikki nakað um, hvørt eitt virki kann veljast fleiri til hendan heiður, men Martia Rasmussen heldur, at tað skuldi einki verið í vegin fyri tí, um nøækur ár ganga ímillum.

- Men tað skal sjálvandi ikki verða so, at eitt virki kann veljast ár undan ári. Tað hevði tikið broddin av degnum. Hinvegin er tað einki, ið forðar fyri, at ein fyritøka kann veljast til ársins virki meiri enn einaferð, sigur Marita Rasmussen.

Vinnudagurin byrjar í morgin klokkan gott eitt í Norðurlandahúsinum, og endar á Hotel Føroyum við døgurða og dansi.