Hetta er ófatiliga óprofessionelt av Landsstýrinum

Høgni Hoydal átalar hvassliga framferðina hjá landsstýrinum í sambandi við russisku innrásina í Ukraina

##med2##

 

Framferðin hjá Landsstýrinum er ófatiliga óprofessionell. Tað heldur Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi, og formaður floksins. Og tað sigur hann við FM1, nú Landsstýrið ætlar sær í fiskivinnusamráðingar við russarar.

 

Hann varð spurdur um hetta er nakað, Løgtingið tekur undir við, men Høgni Hoydal sigur, at tað vita vit ikki, tí Landsstýrið arbeiðir í sjálvdrátti. Hann heldur, at alt samband við Russland er eitt so stórt álvarsmál, at tað átti alt Løgtingið at verið felags um. Tí átti alt Løgtingið at viðgjørt málið, tí tað hevur so stóran týdning, at vit tosa við einari rødd. Samstundis heldur hann, at tað hevur stóran týdning, at vit í Føroyum taka okkara egnu støðu, men higartil hava vit bara gjørt sum danir hava gjørt.

 

Men hann ásannar eisini, at spurnngurin er alt annað enn einfaldur og tí eiga vit at viga fyrimunir og vansar upp ímóti hvørjum øðrum.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Høgna Hoydal greiða frá sínum sjónarmiðjum í sambandi við viðurskiftini ímillum Føroyar og Russland