Drápsmaðurin hjá svenska journalistinum, Kim Wall, danin og kavbátabyggjarin, Peter Madsen, hevur nú fingið nýggjan bústað. Hann er fluttur úr Vestre Fængsel og í Storstrøm Fængsel á Falster, sum verður rópt eitt “superfongsul” við nógvum ymiskum møguleikum.
Tað fekk altjóða uppmerksemi, tá danski løgmálaráðharrin, Søren Pape Poulsen, í fjør læt upp Storstrøm Fængsel, sum kostaði eina miljard krónur. Í útlendskum miðlum varð fongslið eisini rópt eitt “luksusfongsul” í mun til eitt nú skúlaheimini hjá næmingum á hægri lærustovni.
Tey, sum sita í nýggja fongslinum, hava klivar, sum eru 12.8 fermetrar stórir, og hvør klivi hevur sjónvarp á 22 tummar, køliskáp, langt vindeyga, klædnaskáp og egið wc. Klivarnir eru savnaðir sum búeindir við millum fýra og sjey klivum í hvørjum uppihaldsøki við felagskøki. Her matgera fangarnir sjálvir.
Í nýggja fongslinum eru verkstøð, har fangarnir kunnu arbeiða við eitt nú træi, metalli og máling. Tá arbeiðsdagur er lokin, kunnu teir íðka ítrótt á uttandura ítróttarbreytum ella í innandura fimleikarhøll, sum er myndprýdd við kendum listafólkum.
Tá fongslið varð bygd, var hugsjónin, at Storstrøm Fængsel skuldi vera heimsins mest humanitera fongsul, tí hildið verður, at fangar, sum sita undir góðum umstøðum, eru í minni vanda fyri at fremja nýggjar brotsgerðir, tá teir vera leyslatnir aftur.
Men hóast karmarnir eru snøggir í Storstrøm Fængsel, er umhvørvið kortini beinhart. Peter Madsen býr undir sama taki sum tveir limir úr harðrenda brotsmannafelagsskapinum, Loyal To Familia. Kvinnudrápsmenn sum Peter Madsen eru í vanda fyri at vera álopnir av øðrum fangum, og tí sita slíkir ofta í Herstedvester.
Men, Storstrøm Fængsel er tó innrættað á ein serstakan og slíkan hátt, at møguleikar eru at skilja fangarnar niður í bólkar við í minsta lagi fýra fangum í hvørjum bólki. Tí er fongslið eisini innrættað til at kunna taka ímóti øllum fangum.
Í “superfongslinum” eru vitjunarrúm við borðum, stólum og sofu, og fangarnir hava rætt til í minsta lagi ein tíma ókontrolleraða vitjan um vikuna. Herfyri varð bræva-og vitjunareftirlitið, sum Peter Madsen hevur havt, tikið burtur. Tí kann hann nú fáa brøv, sum løgreglan ikki lesur, og hann kann fáa vitjan - uttan at vera eftiransaður.