Fíggjarmálaráðið hevur sett Gilla Wardum sum nýggjan stjóra á Hagstovu Føroya.
Tað boða tey frá beint nú.
Gilli hevur drúgvar royndir innan hagfrøði. Seinastu mongu árini hevur hann millum annað ment og hildið búskaparmyndilin fyri Føroyar.
Hann hevur verið ráðgevari í strategiska ráðlegging og greiningar í Danmark.
Frá 2003 til 2013 arbeiddi hann í Landsbanka Føroya. Síðani starvaðist hann á Hagstovu Føroya frá 2013 til 2016. Og frá 2017 hevur hann aftur starvast í endurstovnaða Landsbanka Føroya.
Gilli er er búskaparfrøðingur og hevur harumframt tikið leiðsluútbúgving. Hann er 46 ára gamal og er úr Hoyvík. Hann byrjar væntandi í starvinum í maj mánað.










