Hetta er nýggi miðverjin hjá Liverpool

Premier League: Liverpool hevur keypt ein miðverja úr Preston, eftir at Joel Matip enn eina ferð er skaddur

Tað hevur staðið illa til hjá Liverpool við miðverjum í hesum kappingarinum. Tí hevur Liverpool keypt 25 ára gamla Ben Davis frá Peston, sum spælir í næstbestu deildini í Onglandi. Liverpool hevur kunngjørt keypið í kvøld. Preston leigar 19 ára gamla miðverjan, Sepp van der Berg, frá Liverpool.

Tað byrjaði við, at Virgil van Dijk bleiv álvarsliga skaddur í knænum í grannauppgerðini móti Everton. Stutt seinni bleiv Joe Gomez eisini langtíðarskaddur við knæskaða til ein landsliðsvenjing hjá Onglandi.

Tá Liverpool fyrst hevur selt Dejan Lovren, og Joel Matip sjáldan er tøkur vegna eina røð av smærri skaðum, so hevur Liverpool spælt við 12 ymsikum samansetingum av miðverjum. Millum annað hava miðvallararnir, Jordan Henderson og Fabinho, spælt í miðverjuni.

Tá Joel Matip mátti takka fyri seg við enn einum skaða móti Tottenham hóskvøldið, fór Liverpool at leita eftir einum miðverja. Valið er fallið á 25 ára gamla Ben Davis, men søgurnar siga at Liverpool eisini ætlar at keypa Ozan Kabak frá Schalke 04.

Tað ljóðar eisini, at Southampton ynskir at leiga Takumi Minamino frá Liverpool. Hann hevur verið í Liverpool í eitt ár, men hevur ikki funnið fótafestið.