Hetta er nýggi leiðarin hjá Taliban

Islamski yvirgangsfelagsskapurin Taliban hevur valt ein nýggjan leiðara, eftir at fyrrverandi leiðarin Mullah Akhtar Mansour, varð dripin av amerikanarum í einum brummaraálopi leygardagin.


- Hibatullah Akhundzada er einmælt valdur til nýggjan leiðara fyri Taliban eftir atkvøðugreiðslu í ovasta ráðnum, og allir limirnir í ovastu leiðsluni svørja trúskap til hansara, skrivaði Taliban í eini fráboðan viðvíkjandi nýggja leiðaran.


Mett verður, at 55 ára gamli Hibatullah Akhundzada fer at fylgja harðrenda leistinum hjá sínum undangongumanni, ið sýtti fyri at luttaka í friðarsamráðingum.


Talan er um fyrstu ferð, at Taliban hevur viðgingið at gamli leiðarin er dripin í einum álopi. Tað var Mullah Akhtar Mansour, ið tók við eftir gamla Taliban leiðaranum Mullah Mohammad Omar.