Hetta er nýggi Hvalbiarvegurin

Hann verður av onkrum mettur, sum ein tann vakrasti dalurin í Føroyum, men nú má hann lúta fyri framstignum. Ein nýggjur Hvalbiartunnil krevur eisini ein nýggjan veg og hann fer at liggja niðri í dalinum.

 

Arbeiðið er byrjað og nú sæst vegurin týðiliga í lendinum á myndini, sum Suðurrás hevur lagt út. Sambært lokaltíðindaportalinum har suðuri, verða tilkoyringarvegirnir til nýggja tunnilin tilsamans 3,3 kilometrar langir, 2,3 kilometrar Hvalbiarmegin og ein kilometur Trongisvágsmegin.

 

Sjálvur tunnilin verður 2,5 kilometrar langur og fer at kosta eini 270 milliónir krónur. 

 

Verandi tunnil, sum bleiv gjørdur í 1963, er elsti tunnil í landinum.

 

Sambært Suðurrás er tað BKE, sum ger nýggja tilkoyringarvegin. Byrjað verður at bora tunnilin í 2019.