Europeiska fótbóltssambandið UEFA hevur í dag eykaaðalfund í Athen í Grikkalandi, og á fundinum er 48 ára gamli Aleksander Čeferin fyri løtu síðani valdur til nýggjan forseta í UEFA.
Tvey valevni vóru til forsetavalið, og hitt valevnið var hollendingurin Michael van Praag, ið føroyska Fótbóltssambandið hevði valt at stuðla.
Čeferin gjørdist tó tryggur vinnari av valinum, tí hann fekk 42 av teimum 55 atkøvðunum frá limalondunum í UEFA.
Aleksander Čeferin hevur útbúgving sum løgfrøðingur frá universitetinum í Ljubljana. Hann hevur umboðað ítróttarfeløg og ítróttarfeløg í sínum arbeiði. Hann hevur síðani 2011 verið varaformaður í aganevndini hjá UEFA.