"Hetta er mítt lívsverk. Eg fylli 67 í septembur og gleðist yvir, at kunna lata hendan terminalin standa eftir," sigur Finnbogi Niclasen, flogvallarovasti.
Hann byrjaði í starvi á flogvøllinum í 1979. "Gamli terminalurin var júst tikin í brúk, í 1978, og eg var við til at taka fyrra terminalin, tann reyða, niður. Tá vóru fimm fráferðir úr Føroyum um vikuna og sagt var, at terminalurin skuldi klára 100.000 ferðandi. Nú tátta vit í 300.000, so hesin nýggi terminalurin er hart tiltrongdur".
Finnbogi Niclasen fortelur, at gamli terminalurin var umbygdur í 1988, men at tað skjótt gjørdist greitt, at umbyggingin ikki nøktaði økta tørvin. "Í 1999 gjørdu vit so tekningar til ein nýggjan terminal, men tá vildu danskir myndugleikar ikki geva okkum loyvi. Tað var nógv tos um at byggja nýggjan flogvøll á Glyvursnesi, og donsku myndugleikarnir óttaðust, at flogvøllurin her vesturi fór at gerast óneyðugur, og vildu tí ikki seta meiri pening í hann."
Ætlanin er, at gamli terminalurin skal nýtast til off-shore vinnuna, eins og okkurt verður leigað út til aðrar tænastur knýttar at flogvinnuni. "Off-shore vinnan setur onnur krøv til trygd og annað og tað verður lættari hjá okkum at skilja sundur off-shore vinnuna og ferðafólkavinnuna annars. Væntandi fer hetta at gerast smidligari hjá øllum", sigur Finnbogi Niclasen.










