Hetta er mín fyrsta »re-premiera«

Hóskvøldið var ein »re-premiera« av filminum Barbara, sum upprunaliga varð frumsýndur hendan dagin í 1997

Hóskvøldið var ein »re-premiera« av filminum Barbara, sum upprunaliga varð frumsýndur hendan dagin í 1997.

 

Hóskvøldið var ein re-premiera – ella ein »umaftur-frumsýning« – av filminum Barbara, sum Nils Malmros leikstjórnaði eftir skaldsøguni hjá Jørgeni Frantz Jacobsen.

 

Høvið var, at júst hóskvøldið 28. september vóru liðin 20 ár síðani filmurin varð frumsýndur í 1997.

 

Í hesum sambandi kom Nils Malmros við ferðalag til Føroya. Við sær hevði hann fleiri av sjónleikarunum og fólkunum handan filmin. Har vóru eitt nú Lars Simonsen, sum hevði leiklutin sum harra Pál, Peter Reichardt, sum hevði leiklutin sum Andreas, og Helene Egelund, sum hevði leiklutin sum fútadóttirn Súsanna.

 

Anneke von der Lippe, sum spældi Barbara, skuldi eisini koma til Føroya, men hon var órógvað av upptøkum í Bukarest í Rumenia og fekk tí ikki komið.

 

Filmurin varð vístur fyri innbodnum í Havnar Bio klokkan 19, har leikarar, statistar og onnur, sum høvdu við verkætlanina at gera, vóru boðin. Nordisk Film hevur digitalierað filmin, so hann nú er tøkur í talgildum formati.

 

– Vit valdu at hava hesa re-premieruna av Barbaru, tí hetta var ein heilt serligur filmur. Øll vita, at allir filmar, sum eg havi gjørt, hava tikið støðið í mínum egna lívi. Men her var øðrvísi, segði Nils Malmros

 

Hann segði eisini, at Barbara var dýrasti filmur í Danmark.

 

– Hann kostaði 37,5 milliónir krónur. Og tað bar bara til, tí at filmsstovnarnir í Danmark, Svøríki og í Noreg gingu saman um verkætlanina, sum eisini fekk sera stóran stuðul í Føroyum.

 

Hann vísti á, at onkur hevur sagt, at filmurin var ein glotti í kreppuni – og júst kreppuna merktu tey væl, tá tey komu til Føroya at gera filmin.

 

– Vit fingu alla ta hjálp, okkum tørvaði – bara tað ikki vóru pengar, segði Nils Malmros.

 

Og so legði hann afturat við einum smíli, nú hann sjálvur hevur fyrireikað hesa re-premieruna.

 

– Hetta havi eg faktiskt ongantíð roynt áður. Hetta er fyrstu ferð, at eg havi verið til eina slíka nýggja frumsýning...

 

Eftir sýningina í Havnar Bio varð boðið til móttøku í Müllers Pakkhúsi, har røður og heilsanir vóru frambornar.