Í kvøld fær Skála vitjan av grannunum í EB/Streymi, sum hava sjey stig. Trý av teimum sjey stigunum vóru vunnin í 1-0 sigrinum á heimavølli ímóti Skála. Hetta var 7. juni.
Hóast soltnu úrtøkuna hava teir á Skála ikki mist mótið um møguleikan at sleppa undan niðurflyting.
Mikukvøldið tapti Skála sera tepurt 1-0 í Runavík. Talan var um kanska frægasta avrikið higartil í ár.
Hjá Skála er Jóhan Waag Høgnesen skaddur. Tað er ivasamt, um Heðin Klakstein er førur fyri at spæla. Kristian Martin Jakobsen er tøkur aftur eftir leikbann, og Andreas Egeberg Jacobsen, sum í fleiri vikur hevur sitið skaddur uttanfyri, verður við í kvøld.
Eins og á Skála so hava teir í EB/Streymi trupulleikar við at skjóta mál. Málmunurin er 6-22, og fýra tær seinastu ferðirnar hevur tað ikki eydnast EB/Streymi at skjóta mál. Næstseinast var talan um tepurt 1-0 tap í Runavík, meðan minni veiggj var í, tá ið HB fór úr Sundalagnum við 2-0 sigri.
Fannhard Skoradal, Magnus Jarnskor, Petur Zachariassen og Magnus Heinason eru skaddir, og er tað spurningurin, hvussu tað verður við Arnbjørn Hansen. Hann hevur verið á vøllinum í sjey dystum higartil í ár, og tað verður framvegis bíðað eftir, at hann skal teljast millum málskjúttarnar. Hann man fara at eiga onkran leiklut í kvøld.