Um tað skal eydnast, so skal KÍ vinna fulla úrtøku burturúr tveimum teimum næstu uppgávunum, sum báðar eru á heimavølli.
Í dag vitjar Víkingur í Klaksvík, og um eina viku fær KÍ vitjan av HB. KÍ hevur 20 stig, og bæði Víkingur og HB hava 26 stig.
Tað var ikki eftir bókini, at Víkingur bara fekk eitt stig burturúr heimadystinum ímóti B71. Men tá vóru fýra leikbannaðir av teimum, sum eru sjálvskrivaðir millum teir fyrstu ellivu. Hesa ferð eru Hans Jørgen Djurhuus, miðverjararnir Atli Gregersen og Niclas Niclasen og nýggi landsliðsspælarin Andreas Lava Olsen tøkir aftur.
Unglingaspælarin Erling Jacobsen hevur staðið seg sera væl, síðani hann varð leigaður úr FC Amager. Í hesi vikuni er hann farin niður aftur á Amager, og harvið skal Anton Skoradal finna nýggjan mann at spæla á miðvøllinum í vinstru.
-Vit eru væl fyri, og vit fara til Klaksvíkar við góðum treysti um, at tað skal eydnast at vinna øll stigini og harvið styrkja um okkara støðu í kappingini um heiðursmerkinheiðursmerkini, verður sagt úr Víkingi.
Í Klaksvík verður roknað, at Bjarni Jørgensen, sum orsaka av trælæri fór av vøllinum í Runavík, verður førur fyri at spæla í dag.
Haraftur ímóti er tað greitt, at miðverjin Ove Nysted ikki verður tøkur. Hann hevur runnið fyri seg sjálvan, men hann hevur ikki verið førur fyri at vant saman við hinum í hesi vikuni. Kristian á Lakjuni og John Hammer eru langtíðar skaddir.










