- Hetta er langt úti og er nakað fjas

Tað sigur Bára Strøm Günther um navnalógina, ið forðar henni at taka eftirnavnið hjá manninum til millumnavn.

Fyrr í summar giftist Bára Strøm Günther við David Tausen Garðalíð, og var ætlanin, at hon eftir brúdleypi skuldi taka eftirnavninum hjá manninum til millumnavn, so at navnið framyvir var Bára Garðalíð Günther. Tað var inntil tey vendu sær til myndugleikarnar, ið upplýstu teimum, at navnalógin ikki loyvdi tí.


- Eftirnavnið hevur nógv at siga fyri meg, tí vit eru bara eini fýra fólk, ið hava Günther sum eftirnavn, so eg helt tað vera spell, um tað bleiv til mítt millumnavn. Dóttirin hevur eftirnavnið Garðalíð Günther, ið hon fekk, tá hon varð doypt, og ynskti eg at hava sama eftirnavn sum hon, men tá vit skuldu skrásetast, fingu vit at vita, at tað ikki bar til, greiðir Bára Strøm Günther.


Úrslitið av tí er, at mamma, pápi og dóttir hava hvør sítt millumnavn og eftirnavn. Bára eitur Strøm Günther, maðurin eitur Tausen Garðalíð og dóttirin eitur Günther Garðalíð.


Í eini roynd at broyta navnið hevur Bára Strøm Günther vent sær bæði til málnevndina og bisp, men í báðum førum hevur verið víst á, at lógin endurspeglar viljan hjá politikarunum, og tað einans er politiski myndugleikin, ið kann gera nakað við støðuna.


- Hetta er at langt úti og er nakað fjas. Tað má bera til at seta góðkend nøvn saman sum ein hevur hug til. Í Danmark er hetta eingin trupulleiki yvirhøvur, sigur Bára Strøm Günther.