Ein sponsk kvinna tók í summar mynd av einari ljóshærdari smágentu í Marokko. Tað kann vera Madeleine McCann -Eg og drongur mín sóu gentuna, sum sat á bakinum á einari marokkanskari kvinnu. Eg tók eina mynd. Vit tosaðu um, at hetta kundi vera Madeleine, men vit skúgvaðu tankan frá okkum.
Tað sigur Clara Torres, sum í summar tók myndina av teirri ljóshærdu smágentuni í Marokko. Nú hevur hon latið løgregluni myndina, og har verður sagt, at málið verður tikið í størsta álvara.
Tvær ferðir fyrr hava fólk sagt, at tey hildu seg hava sæð Madeleine McCann í marokkanska býnum Marrakesh. Í øðrum førinum var tað ein norsk kvinna og í hinum førinum ein kvinna úr Bretlandi.