Fiskiloyvi
?Tað ber ikki til at hava skip undir slíkum umstøðum.
Jákup Sólstein, formaður í reiðarafelagnum, sigur, at teir, sum hava skip, kunnu ikki liva við, at Fiskimálaráðið brádliga kann finna uppá at taka eina tilsøgn um eitt fiskiloyvi aftur.
Men tað var júst hetta, sum hendi í málinum um Jógvan S.
Formaðurin í Reiðarafelagnum hevur ikki viljað sagt nakað um tað ítøkiliga málið um Jógvan S.
Og hann vil framvegis ikki siga nakað um Jógvan S.
Men í eini stuttari viðmerking sigur hann, at yvirhøvur er tað ótolandi, at Fiskimálaráðið kann finna upp á at taka eina tilsøgn um fiskiloyvi aftur, sum fyrst er latið.
Tá ið ætlanin var at keypa Jógvan S, søkti reiðarin um fiskiloyvi og fekk eina tilsøgn frá Fiskimálaráðnum.
Tað hava heldur ikki verið nakrir trupulleikar ímeðan skipið hevur verið til fiskiskap, ikki fyrrenn felagið línuskip ger vart við seg og landsstýrismálanevndin tekur málið upp og kolldømir avgerðina.
Jákup Sólstein vil onki siga um avgerðina hjá landsstýrismálanevndini ella um veiðiorkuna hjá ymsum bátum.
Men hann sigur, at tað er ótolandi, at Fiskimálaráðið fyrst gevur eina tilsøgn, men síðani tekur hana aftur.
Hann sigur, at tá ið reiðari ætlar at útvega sær skip, søkir hann fiskimálararáðið um loyvi.
Hann fær so eina tilsøgn um loyvi frá Fiskimálaráðnum og tá ið skipið so er komið, fær hann tað endaliga loyvið.
?Hendan tilsøgnin hevur altíð verið at meta sum eitt endaligt loyvi og við hesi tilsøgnini í hondini, arbeiðir reiðarin so víðari við ætlanini.
? Eitt nú ger hann bindandi avtalur um bæði skip og um fígging, og sostatt setir hann seg eisini fyri eini ávísari skuld og bindur seg fíggjarliga.
? Men skal vandi nú vera fyri at Fiskimálaráðið kann taka eina slíka tilsøgn aftur, er tað ikki til at liva við, sigur Jákup Sólstein.
? Sostatt er hann samdur við teimum sum halda, at rættartrygdin er í vanda.
Hann sigur, at so vítt, hann veit, er hetta fyrstu ferð, at hetta er hent. Men um hetta er eitt mál, sum reiðarafelagið fer at taka upp, veit hann ikki.