Leiðreglurnar frá myndugleikunum um, hvussu ferðandi til Føroya skulu fyrihalda seg, geva ikki meining, og tað hevði givið betur meining at kannað øll fyri COVID-19 enn bara útlendingar.
Tað halda nakrir føroyskir serfrøðingar, sum á almennum evnisfundi í Kongshøll í gjár skiftu orð um, hvat vit hava lært higartil av tí støðu, sum COVID-19 hevur sett okkum í.
Eitt argument hjá landsstýrinum fyri, hví mann ikki fer at kanna øll, sum koma til landið er, at testkapaciteturin í Føroyum ikki røkkur til tað. Debes Christiansen, deildarleiðari á patologisku kanningarstovuni á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, varð spurdur um hetta, tá orðsaskiftið var í Kongshøll.
– Tað veldst um, hvussu nógv mann skal testa, segði hann.
– Øll onnur lond, sum velja strategiina at testa øll, tey seta eitt mark á, hvussu nógv flogfør ella fólk kunnu koma inn um dagin í mun til kapacitetin. Tað hevur mann sæð fulkommiliga burtur frá, tá man lat upp her. Tað komu fýra flogfør um vikuna í síðstu viku, og nú koma longu trý til fimm flogfør um dagin. Tað er jú ein stór broyting, segði Debes Christiansen og vísti á, at kravið um sóttarhaldi eisini er tikið burtur, og at mann við hesum tekur tvey trin samstundis.
Shahin Gaini, adjungeraður lektari í infektiónsmedisini, vísti á, at upplatingarstrategiin snýr seg um, hvørja risiko vit vilja taka.
– At gera eina testskipan, har mann ikki testar øll, og kanska testar tey skeivu, er ikki so smart, segði hann og greiddi víðari frá, at føroyingar hava størri møguleika til at bera smittuna við sær enn útlendingar, sum ferðast til Føroya fyri at vitja náttúruna og ikki koma í samband við so nógv fólk, segði Shahin Gaini.
– Um mann skal gera tað, so skal mann gera tað ordiligt, haldi eg, segði hann.
Maria Skaalum Petersen, lektari í heilsuvísindum, hevur gjørt eina kanning um ”Skuggatalið av korona í Føroyum”, og hon tosaði eitt nú um testkapacitet:
– Vit hava hoyrt, at tað eru privatir aktørar, sum kunnu gera tað. Teir siga, at teir hava nógvan kapacitet. Vit kunnu ikki isolera okkum alt lívið, tað ber ikki til. Vit mugu lata upp, men finna eina góða mannagongd, so tað ber til at liva og vera trygg samstundis. Vit kunnu heldur ikki forvænta, at fólk fara at blíva við at vilja vaska hendur og halda frástøðu og ikki møtast, um alt annað er opið, og øll onnur kunnu koma inn. Tað má vera javnvág ímillum, hvat vit forvænta av okkum sum fólk her, og hvat verður gjørt fyri at verja okkum segði Maria Skaalum Petersen, sum heldur, at øll eiga at blíva kannað - eisini føroyingar.
Hannes Gislason, professari í kunningar- og samskiftistøkni, segði, at undantøkini í teimum nýggju leiðreglunum eru ein trupulleiki.
– Tað vóru ikki útlendsk ferðafólk, sum førdu smittuna við sær til Føroya. Tað vóru føroyingar. Nú sleppa vit føroyingum út aftur í lond, har smittan gongur, og vit lata teimum beint inn í samfelagið uttan at tey skulu í karantenu ella prógva, at tey hava kannað seg. Vit skulu vera ómetaliga heldig, um tað gongur væl, segði Hannes Gislason.