Hetta er ikki serliga hugaligt

Nú er eitt at gera og tað er bróta upp um armar, sigur løgmaður

##med2##

 

Hetta er ikki hugaligur lesnaður, men nú er bara eitt at gera og tað er at bretta upp um armar. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum.

 

Nú um vikuskiftið kunngjørdi Portalurin eina veljarakanning, har Sambandsflokkurin fær ein rættiligan lúsing, og bara fær fimm tinglimir, og tað eru tveir færri enn hann hevur nú. Tað er eisini skrædl í Fólkaflokkinum, tí hann missur somuleiðis tveir tinglimir og fær bara seks.

 

Serliga hjá Sambandsflokkinum er hetta ein stórur trupulleiki, tí hetta er bara tann seinasta veljarakanningin av fleiri, har flokkurin fær ein rættiligan kjaftfisk.

 

Í tíðindunum á FM1 ásannar floksformaðurin, at hetta er ikki serliga hugaligur lesnaður og tað er svárt at síggja, at flokkurin missir veljarar. Men hann ásannar, at vit hava so góðar tíðir, sum ongantíð áður og tá seta fólk eisini stór krøv.

 

Men hann heldur eisini, at korona hevur sett ein keðiligan dám á gerandisdagin hjá fólki, og tað eru fólk farin at troyttast av. Hann heldur, at tað kann hava eina ávirkan á kanningina.

 

Men Bárður á Steig Nielsen er ikki við upp á, at tað er Fólkaflokkurin, sum stýrir øllum politikkinum – men nú fær Fólkaflokkurin eisini ein framman á.

 

Men hann ivast í, hvussu illa veljarin hevur tikið tað upp, at Jenis av Rana gongur ímóti landsstýrinum í sambandi við koppseting. Tað hevur nokk skapt órógv, tí tað er ongantíð gott, at landsstýrið ikki dregur eina línu – men hinvegin eru tað rættiliga nógvir føroyingar, sum lata seg koppseta.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr løgmann greiða frá, hvussu hann sær upp á tað, nú ein vit aftur hava fingið eina veljarakanning, sum vísir, hvussu illa tað stendur til í Sambandsflokkinum.