Hetta er ikki rímiligt

Sjúklingafelag hevur eina staðiliga áheitan á myndugleikarnar

Nýrafelagið heitir nú staðiliga á avvarandi mynduleikar um at gera nakað munagott fyri at bøta um umstøðurnar hjá dialysusjúklingum í Føroyum. Tað er ikki rímiligt, at dialysusjúklingar skulu ferðast langt til lívsneyðuga viðgerði fleiri ferðir um vikuna, sigur felagið. Tí má dialysa má verða tøk á Suðuroyar sjúkrahúsi sum skjótast - og har tað annars er tørvur á tí.

 

Nýrafelagið, og onnur áhugað, hava í fleiri ár arbeitt við at fáa dialysu á smærru sjúkrahúsinunum. Úrslitið er, at tveir nýrasjúklingar hava fingið dialysutólk heim til sín, har teir so sjálvir hava tikið sær av síni egnu viðgerð.

 

– Hetta er prógv um, at dialysa væl kann gevast uttanfyri Landssjúkrahúsið, sigur Nýrafelagið. Nýrafelagið vísir eisini á tilmæli frá 2016 um Sjúkrahúsverk Føroya. Har stendur, at læknar við ymiskum førleikum, eiga, í tann mun tað letur seg gera, at flyta ímillum tey trý sjúkrahúsini við tí endamáli at tryggja, at neyðuga tænastan verður á staðnum, so at sjúklingar sleppa undan at ferðast.

 

Ein loysn er at stovna  ambulatorii í Suðuroy og Klaksvík, har medisinskir serlæknar frá Landssjúkrahúsinum ella  aðrir læknar, taka sær av hesum virksemi.

 

– Hetta tilmælið sigur púra greitt, at her skal sjúklingurin í miðdepilin og Nýrafelagið stuðlar fult út arbeiðinum at fáa dialysu á Suðuroyar sjúkrahúsi. Nú eiga avvarandi mynduleikar at taka sær av hesum, og loysa hesa truplu støðuna beinanvegin, sigur felagið. Hendan støðan er als ikki haldfør. Hesir sjúklingar kunnu fáa eitt nógv betri og virðiligari lív, um bara vilji er til at stovna eina dialysu í Suðuroy, sigur Nýrafelagið.