Eitt forboð, ið hevur til endamáls at banna muslimskum klædnapløggum, ið fjala andlitið, so sum burka og nikab, er nú sett í gildi í Eysturríki. Tað upplýsir BBC í dag.
Sambært stjórnini, so er endamálið við lógina at verja eysturríksk virðir, og staðfestir hon, at eingin persónur kann bera eitt plagg í almennum støðum, ið fjalir andlitið frá hárgarðinum og niður til høkuna.
Forboðið inniber, at tað ikki er lov at bera slík pløgg í skúlum og rættarsalum, samstundis sum tað verður bannað øllum almennum starvsfólkum at ganga við pløggum, ið fjala andlitið.
Muslimskir bólkar hava funnist at lógini, og víst á, at hon einans rakar ein lítlan minniluta í samfelagnum. Mett verður, at einans umleið 150 persónar í samfelagnum ganga í burka ella nikab.
Hóast endamálið við lógini er at banna nýtsluna av nikab og burka, so avmarkar hon eisini nýtsluna av øðrum pløggum, so sum maskur brúktar í heilsuverkinum og andlitssmyrsl hjá klovnum, skrivar BBC.
Eysturríki er ikki fyrsta landið í Evropa, ið hevur sett eitt slíkt forboð í gildi. Í 2011 samtyktu Frakland og Belgia líknandi forboð, í Hollandi kjakast parlamenti um eitt líknandi uppskot og í grannalandinum Týskland hevur Angela Merkel, kanslari, víst stuðul fyri einum líknandi forboði. Harumframt væntast, at Dansk Folkeparti fer at leggja eitt líknandi uppskot fram fyri Fólkatingið seinni í ár.










