Hetta er ikki gott nokk

Dátueftirlitið sigur, at tað ikki er gott nokk, at føroysku kommunurnar ikki tryggja sær, at p-talið verður sent bronglað.

Dátueftirlitið sigur, at tað ikki er gott nokk, at føroysku kommunurnar ikki tryggja sær, at p-talið verður sent bronglað.

 

Jákup Andrias Kristiansen, fulltrúi, sigur, at eingin ivi er um, at trygdarkunngerðin sigur, at trúnaðarupplýsingar, sum p-talið, skulu vera bronglaðar.

 

- Vit síggja, at í hesum førinum hava kommunurnar ikki bronglað trúnaðarupplýsingarnar, og tað er ikki gott nokk. Tí hava vit sett okkum í samband við kommunurnar, fyri at fáa tær at fáa hesi viðurskiftini í rættlag. Tað er sjálvandi keðiligt, at hetta ikki er komið í rættlag áðrenn, sigur hann.

  

Hann greiðir frá, at hóast p-talið ikki er ein viðkvom upplýsing sambært lógini, so er talan um eina trúnaðarupplýsing, sum skal haldast loynilig og verjast, og tí eisini bronglast, tá hon verður send um talgilt samskifti.

 

- Tá tað kemur til persónligar upplýsingar upplýsingar í slíkum skjølum, hevði verið uppaftur betri, um alt var bronglað, hóast tað ikki eru trúnaðarupplýsingar. So hetta er als ikki gott nokk, sigur Jákup Andrias Kristiansen.

 

Les eisini KT-trygdin er ov vánalig

 

Her er viðmerkingin frá Tórshavnar kommunu