Hetta er ikki fyrsta panikkloysn á økinum Heðin?

Ja, Heðin Mortensen, hetta er ein panikkloysn, tí einki er gjørt til tess á nøkta tann ovurhondsstóra tørvin á ellis- og røktarheimsplássum í Tórshavnar Kommunu í seinastuni

Mær vitandi hevur núsitandi býráðsmeiriluti ikki útvegað nøkur ellis- og røktarheimspláss í farnu setu. Jú forrestin, húsini hjá Álvi av Kák, sála, blivu keypt og umbygd til bústovn til eldri fólk. Er hetta ikki ein panikkloysn, so veit eg ikki. Eini sethús í trimun hæddum, við ongum elevatori til 9 brúkarar, man allir bati bøtir.

Tjarnagarður bleiv avgreiddur, tá Fólkaflokkurin og Sambandsflokurin sótu í meiriluta.

Verandi meiriluti arbeiðir nú við einari verkætlan Yviri við Strond, eitt ellis- og røktarheim fyri 48 mill.kr. til 24 búfólk, men hetta verður neyvan liðugt tey fyrstu 3 til 4 árini.

Vit vilja við hesum seta fokus á tann ovurhondsstóra tørvin á ellis- og røtarheimsplássum í kommununi. Vit vita eisini, at hetta er eitt alternativ, sum eigur at verða kannað til botns, um vit kunna brúka hetta til nakað skilagott ella ikki.

Tórshavnar Býráð hevur útskrivað byggiloyvi, so eingin annar enn teir sjálvir vita, hvørji brunakrøv og hvørjar treytir eru settar til byggingina.

Tá barnafamiljur kunna búgva har, so má eldri fólk eisini kunna brúka bygninginarnar ella?

Lat okkum nú arbeiða saman um hetta álvarsmál. Vit eiga at fáa serkøn fólk at kanna, um man kann brúka teir, hvat kostnaðurin verður pr búfólk, og til síðst, hvat samlaði kostnaðurin verður. Tá hesir spurningar eru svaraðir, veit man meira um teir eru egnaðir ella ikki.

Lat okkum í felag ganga nýggjar leiðir og niðurlaga garðin millum samgongu og andstøðu, og finna felagsstev fyri at loysa uppgávuna.