– Vilja tey, sum brúka Norðoyatunnilin, eisini rinda fyri at fáa nýggjar tunlar Norður um Fjall, er tað áhugavert, heldur Henrik Old.
Hann vísir sostatt ikki óvanliga uppskotinum frá fleiri tinglimum í andstøðuni frá sær. Endamálið við uppskotinum er gera nýggjar tunlar Norður um Fjall, men at lata bummgjaldið frá Norðoyatunlinum rinda ein stóran part av teimum.
Teir hava annars tvíhildið um, at bummgjaldið skal takast av, tá ið tunnilin er goldin, men nú eru tey sinnað at lata tað halda fram, og at brúka tað til at fíggja nýggjar tunlar Norður um Fjal.
Í langtíðarætlanini hjá landsstýrinum stendur, at tunlarnir Norður um Fjall skulu gerast í 2022 og 2023, men tað er ein ætlan, sum eitt og hvørt landsstýrið altíð kann broyta, sigur Henrik Old.
Men nú ætla tinglimir úr andstøðuni at fáa Løgtingið at samtykkja at broyta lógina um Norðoyatunnilin, so at hann eisini fær heimild til at fyrireika arbeiðið at gera nýggjar tunlar Norður um Fjall.
Henrik Old heldur, at hetta má takast sum ein roynd at framskunda arbeiðið at gera tunlar Norður um Fjall
Men hann vísir samstundis á, at Landsverk hevur gjørt allar forkanningar og fyrireikingar í sambandi við Norður um Fjall, og verkætlanin er klár at bjóða út.
Tunlarnir eru mettir at kosta 360 millónir krónur og tinglimirnir úr andstøðuni skjóta upp, at Norðoyatunnilin skal rinda 80 milliónir krónur av teimum.
Tað merkir, at tey, sum koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin, og rinda bummgjald, skulu rinda 80 milliónir krónur av tí tað kostar at gera nýggjar tunlar Norður um Fjall, og at Landskassin skal rinda 280 milliónir
Landsstýrismaðurin heldur, at verða tunlarnir framskundaðir, fer tað ivaleyst at økja enn meiri um byggivirksemið í landinum, sum longu framman undan er stórt. Men hinvegin eru verandi tunlar Norður um Fjall ótíðarhóskandi, og eiga at verða endurnýggjaðir sum skjótast.
Henrik Old heldur at fíggingarleisturin, sum tinglimir úr andstøðuni hava skotið upp, er áhugaverdur, tí tað er bæði torført at fáa nýggjar tunlar á langtíðarætlanina og at fáa teir gjørdar skjótast gjørligt har tað er bráðneyðugt.
– Er greiður gjaldsvilji frá teimum, sum brúka undirsjóvartunlarnar at gera tunlar í nærumhvørvinum, er tað áhugavert og eigur at verða eftirkannað, sigur Henrik Old.
Hann sigur, at er Norðoyatunnilin ikki við til at fíggja tunlarnar Norður um Fjall, verður tað landið, sum rindar allan kostnaðin eins og vanligt annars er. Og sum nevnd liggur í ætlanini hjá Landsstýrinum, at arbeiðið upp á teir skal byrja í 2022.