Hetta er hol í høvdið

Virkisleiðarin á Faroe Seafood í Havn, Jens Pauli Petersen, dugir ikki at siga, hvussu nógv streymslitið fyrrapartin mánadagin fer at kosta virkinum. -Tað er hol í høvdið og líkist ongum, at 40 maskinmeistarar kunnu leggja landið lamið, heldur hann.

Tað eru óivað nógvir virkisleiðarar kring landið, sum geva ilt av sær í dag, nú Maskinmeistarafelagið hevur boðað frá arbeiðssteðgi. Arbeiðssteðgurin hevur við sær, at SEV hevur tikið stig til at skamta streymveitingina í stórum pørtum av landinum, og úrslitið er, at fleiri framleiðsluvirki eru noydd at liggja lamin part av mánadegnum.

Allar oyggjarnar uttan Suðuroyggin og Sandoyggin verða rakt av streymslitið mánadagin.

Klokkan tíggju í morgun stóð Suðurstreymoy fyri tørni. Eitt av størru virkinum í høvuðsstaðnum, Faroe Seafood, mátti biða starvsfólkini fara til hús klokkan 10 í morgun.

-Tað er hol í høvdið og líkist ongum, at 40 maskinmeistarar kunnu leggja landið lamið. Tað er neyvan nakra aðrastaðni enn í Føroyum at slíkt kemur fyri, sigur Jens Pauli Petersen, virkisleiðari á Faroe Seafood í Havn.

Virkisleiðarin fortelur, at hann fekk boðini um streymslitið seint í gjárkvøldið, og tískil fekk hann ikki lýst í miðlunum við at fólk ikki skuldu koma til arbeiðis í morgun. Sum vanligt møttu starvsfólkini klokkan sjey , men arbeiðsdagurin gjørdist bara tríggjar tímar, tí klokkan 10 fór streymurin til allar framleiðskumaskinurnar.

Hvør verður kostnaðurin av streymslitinum?
-Tað er ringt at siga, men tað sigur seg sjálvt, at kostar okkum nógv, at vit ikki fáa framleitt. Streymslitið skaðar ikki minst okkara trúðvirðið sum virkið, tí kundarnar fáa nú ikki vøruna til tíðina, svarar Jens Pauli Petersen.

Virkisleiðarin á Faroe Seafood hevur boðað starvsfólkunum frá, at tað verður lýst í útvarpinum nær tey aftur skulu til arbeiðis.

-Tað loysir seg slettis ikki hjá okkum at hava fólk til arbeiðis nakrar fáar tímar um dagin, um vit skulu sløkkja og tendra maskinurnar í heilum. Starvsfólkið hevur tískil fingið at vita, at tey ikki skulu koma til arbeiðis, so leingi arbeiðssteðgurin er, sigur Jens Pauli Petersen.