Føroyski kvinnulandsliðsvenjarin var í góðum lag eftur dystin á Tórsvølli í kvøld, tá føroyska landsliðið vann sær eitt søguligt stig í HM undankappingini. Tað endaði við 1-1 javnleiki móti Bosnia Hersogovina. Eyðvør Klakstein skoraði føroyska málið.
Les eisini: Samrøða við Eyðvør Klakstein
- Hetta er heilt fantastiskt. Eisini fyri føroyskan kvinnufótbólt, sigur Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari hjá kvinnunum.
Les eisini: (Samrøða) Rannvá B. Andreasen
Hann fegnaðist um javnleikin, sum er tann fyrsti í søguni í eini HM undankapping hjá kvinnunum. Hann letur væl at føroyska avrikinum og flotta málinum hjá Eyðvør Klakstein.
Les eisini: Eyðvør gjørdi bart
Jón Pauli heldur eisini fyri, at hetta ger upptaktina til landsdystin hóskvøldið móti Norðurírlandi meiri hugaliga.










