Hetta er Høgni Hoydal tá ið hann er allarbestur

Løgmaður bíðar spentur eftir svarinum til Høgna Hoydal. Men uttan iva kom tað væl við hjá, at danski forsætisráðharrin ikki fekk svarað honum, tí so kann Høgni Hoydal gera sínar egnu niðurstøður, longu áðrenn svarið er komið, sigur Jóannes Eidesgaard

- Hetta er Høgni Hoydal, tá ið hann er allarbestur.
Tað undrar ikki Jóannes Eidesgaard, løgmann, at formaður Tjóðveldisfloksins nú aftur er farin í hernað ímóti landsstýrinum, donsku stjórnini og heimastýrislógini.
Sum tað sæst aðrastaðni í blaðnum, vildi Høgni Hoydal hava at vita frá Anders Fogh Rasmussen, hvussu nógvar danskar lógir, kunngerðir, altjóða sáttmálar, fyriskipanir og avtalur, danska stjórnin hevur sett í gildi fyri Føroyar síðani 2003, uttan at Løgtingið hevur samtykt tað.
Men forsætismálaráðharrin sigur, at tann spurningurin er alt ov umfatandi at svara, tí hann krevur eitt alt ov stórt kanningararbeiði og sostatt sigur hann, at tað ber ikki til at svara spurninginum í hesum líki.
Høgni Hoydal tekur hetta sum eina undanførslu. Heldur metir hann, at Anders Fogh Rasmussen vil skáka sær undan at svara, tí hann stúrir fyri trupulleikum í Føroyum av svarinum.
 
Hóvar Høgna væl
Jóannes Eidesgaard heldur, at hetta hóvar uttan iva Høgna Hoydal væl, tí so kann hann gera sínar egnu niðurstøður, longu áðrenn hann hevur fingið svar.
- Og tað er akkurát hetta, sum er hent, tí Høgni Hoydal er komin til eina niðurstøðu útfrá einum svari, hann ikki hevur fingið.
Løgmaður heldur, at Høgni Hoydal kundi havt bíðað til hann hevði fingið eitt svar, tí sjálvandi er hetta ein spurningur, sum kann svarast.
- Er hann ov umfatandi at svara í tí formi, hann er settur, kann hann setast í einum øðrum formi, so at hann kann svarast. Og tá ið spurningurin er svaraður, kundi formaður Tjóðveldisfloksins gjørt sínar niðurstøður, heldur hann.
- Tá ið Høgni Hoydal setir ein spurning, eigur hann eisini at hava tol at bíða eftir svarinum, áðrenn hann ger sínar niðurstøðu. Men tað hevur hann ikki og ger sær so bara eina niðurstøðu beinanvegin frammanundan.
- Kemur so eitt svar, sum vendir allari hansara hugmynd á høvdið, hevur tað minni at siga, tí tá hevur hetta longu tænt hansara endamáli, sum er at profilera seg sjálvan og helst lítið annað enn tað.
- Men hetta er jú beinleiðis taktikkurin hjá formanni tjóðveldisfloksins, tó at hetta ikki er serliga virðiligt.
Hinvegin heldur Løgmaður, at tað verður alsamt greiðari, at Høgni Hoydal og Tjóðveldisflokkurin er av teirri sannføring, at tað einans ber til at fáa nøktandi svar frá donsku stjórnini og at trúvirðið í einum svari haðani er størri enn eitt svar frá føroyska landsstýrinum.
- Hann kundi kanska eisini havt spurt landsstýrið um hesi viðurskiftini, leggur hann afturat.
 
Eitt vakið eyga
Annars minnist Løgmaður eisini, tá ið danska stjórnin setti hernaðarlógirnar í gildi, hóast Løgtingið
Mótmælti.
-Tí hava vit roynt at hava eitt vakið eyga við, um ásetingin í grein sjey í heimastýrislógini verður vird.
- Tað vænti eg avgjørt eisini, at hon verður. Men skuldi svarið frá Anders Fogh Rasmussen til Høgna Hoydal víst tað øvugta, hava vit heilt avgjørt ein stóran trupulleika, staðfestir Løgmaður.
Tí bíðar eisini hann spentur eftir svarinum frá forsætismálaráðnum.
- Tað hevur sjálvandi eisini heilt avgjørt mín størsta áhuga, at ásetingin í grein sjey í heimastýrislógini verður vird og verður svarið frá Anders Fogh Rasmussen ikki nøktandi, er tað sjálvandi eitt mál, sum eg fari at taka upp í størsta álvara.
Nú metir Høgni Hoydal, at danska stjórnin hevur broytt fatan mótvegis føroyingum og er farin at hella tann vegin, at tey mál, sum hava við ríkið at gera, kunnu setast í gildi, uttan at spyrja føroyingar eftir?
- Tað er aftur ein niðurstøða, hann hevur gjørt sær, longu áðrenn hann hevur fingið svarið. Lat okkum nú fáa svarið frá Anders Fogh Rasmussen fyrst, sigur Løgmaður.
 
Ikki nóg nágreiniligt
Annars heldur Jóannes Eidesgaard, at spurningurin frá Høgna Hoydal er ikki serliga nágreiniligur.
- Hann spyr, hvussu nógv donsk mál av hesum slagnum, stjórnin hevur sett í gildi, uttan at Løgtingið hevur samtykt tey. 
- Eg gangi út frá, at hann sipar til grein sjey í heimastyrislógini, har tað stendur, at stjórnaruppskot, sáttmálar, altjóða avtalur og onnur slík mál, skulu leggjast fyri heimastýrið.
Men Løgmaður leggur dent á, at tá ið heimastýrið verður nevnt í hesum føri, verður hugsað um Landsstýrið.
- Danska stjórnin leggur ikki eitt tað einasta mál fyri Løgtingið. Hon leggur tey fyri Landsstýrið og við stjórnarskipanarlógini í hondini ger so landsstýrið av, um tey skulu leggjast fyri Løgtingið.
Jóannes Eidesgaard sigur, at tað skal Landsstýrið altíð gera, tá ið talan er um lógir, men eisini í øllum týðandi málum.
- Men tað kann hugsast at broytingar verða gjørdar í avtalum og sáttmálum, sum eru so smáar, at tað eru avgreiðsluspurningar, sum tað ikki er neyðugt at leggja fyri Løgtingið.
Um tað er hent seinastu árini, veit Løgmaður ikki at siga upp á standandi fót.
Men hann sigur, at tí skuldi Høgni Hoydal ikki spurt donsku stjórnina um málini vóru løgd fyri Løgtingið, men um tey vóru løgd fyri føroyskar myndugleikar.