Nú eru stig tikin til at seta føroyska demensætlanin í verk.
Tað er greitt, nú Landssjúkrahúsið lýsir eftir tí fyrsta demenssamskiparanum til demensklinikkina.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, sigur, at hetta er bæði gleðiligt og harðliga tiltrongt.
- Málið er nú at seta alla ætlanina í verki stigvíst, sigur hon.
Talan er um demensætlanina, sum varð løgd í fjør, og sum nevnist "Eitt demensvinarligt samfelag" Hon vísir á, at demens er ein sera álvarsom sjúka, og tað sær út til, at talið av fólki við demenssjúkum økist.
- Somuleiðis eru tað alsamt yngri fólk, sum verða rakt og tað er ein sjúka, ið rakar bæði tann sjúka, men eisini alla familjuna, hart.
Nú psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum demenssamskipara, er talan um eitt fult starv og tað eru bæði Heilsumálaráðið, og Almannamálaráðið, sum fíggja ætlanina.
Á demensklinikkini á Psykiatriska deplinum arbeiða tey vit við útgreining, ráðgeving, samstarvi við avvarðandi og og tvørfakligari samskipan.
Í dag er demenstoymið mannað við toymisleiðara, sjúkrarøktarfrøðingi, heilsurøktara/demenssamskipara, læknaskrivara, lækna og psykiatara umframt, at ein granskari eisini er knýttur at toyminum.
Nú søkt verður eftir demenssamskiparin verða dendur lagdur á, at umsøkarar eru sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, ella hava aðra, heilsufakliga grundútbúgving. Dentur verður eisini lagdur á, at teir hava útbúgving sum demenssamskipari og royndir á økinum, umframt á aðrar viðkomandi førleikar.