Hetta er fúl skomm

Politikarar vilja hava Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, at leggja trýst á ávísar kommunur

 

- Kommunurnar mugu tvingast til at taka ábyrgd!

 

Tað halda fleiri politikarar í Løgtinginum.

 

Politikarar í Løgtinginum hava enn einaferð umrødd trupulleikan við, at sjúklingar, sum eru liðugt viðgjørdir á Landssjúkrahúsinum, mugu verða verandi, tí ongin er at taka ímóti teimum.

 

Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, var bersøgin við partakvinnuna, Sirið Stenberg, sum er landsstýriskvinna í heilsumálum.

 

- Tað líkist púra ongum, at sjkúklingar, sum eru liðugt viðgjørdir, verða liggjandi á gongini á Landssjúkrahúsinum, staðfesti Bjørt Samuelsen.

 

Hon helt fram og segði, at tað er stór, fúl skomm, og tí heitti hon á landsstýriskvinnuna um at loysa hetta alt fyri eitt - og í øllum førum um nakrar vikur.

 

- Tað er rætt og slætt at syrgja fyri, at kommunurnar taka taka sína ábyrgd á økinum, segði Bjørt Samuelsen.

 

Bjørn Kalsø, tingmaður fyri Sambandsflokkin, heldur ikki, at talan kann verða um, bara at flyta sjúklingar, sum eru liðugt viðgjørdir á Landssjúkrahúsinum inn á hini sjúkrahúsini at liggja.

 

Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin heldur, at Sirið Stenberg eigur at tvinga kommunurnar at taka ímóti sjúklingum, sum eru liðugt viðgjørdir og partamaður hansara Bill Justinussen, staðfestir, at tað eru ikki allir trupulleikar, sum kunnu loysast við at hækka játtanina til Landssjúkrahúsið.

 

- Sjúklingar, sum eru liðugt viðgjørdir, sleppa ikki av sjúkrahúsinum fyri tað sigur hann.

 

- Skal nakað henda, krevst, at ein avgerð verður tikin, og tann avgerðin skal vera, at leggja trýst á kommunurnar at taka ímóti teimum.

 

- Tað ætlaði undanfarni landsstýrismaðurin, men tað fekk hann ikki undirtøku fyri.

 

Sirið Stenberg helt turrisliga fyru, at tá ið teir politikarar, sum nú finnast, at, sótu í samgongu, og kundu gera nakað við trupulleikan, gjørdu teir ikki tað.

 

- Men nú teir sita í andstøðum, og onnur royna at taka um endan, hava teir brádliga allar loysnirnar.

 

- At sjúklingar liggja á Landssjúkrahúsini, eftir at teir eru liðugt viðgjørdir, er ikki gott fyri nakran, men teir fækka alsamt í tali, staðfesti landsstýriskvinna.

 

Tað er nettupp tí, at kommunurnar royna, alt tað tær kunna undir teimum fortreytum, tær hava.

 

Hon sigur, st síðst hon vitsti, vóru tað einir 10 sjúklingar, sum framvegis liggja á Landssjúkrahúsinum hóast teir eru liðugt viðgjørdir.

 

Av teimum er talan um ein, ella tveir, Klaksvíkingar, og hinir eru at kalla javnt býttir ímillum kommunur í Suðuroy og Havnina, segði landsstýriskvinnan.