Verkfall
Tað er forkastiligt, sum nú gongur fyri seg. Sandoyggin tolir hetta ikki nógvar dagar afturat. Øll framleiðslan hjá fiskavirkjunum liggur á goymslu og sleppur ikki av oynni, meðan alt annað kann flytast ímillum.
Skip sigla við øli og sovorðnum til oynna, men sleppa ikki at flyta fisk av oynni aftur. Tað líkist svartasta ongum, sigur Gerhard Lognberg, sum bæði er borgarstjóri í Skopun og løgtingsmaður.
Hann heldur, at nú mugu partarnir í trætuni koma saman aftur og fáa ein enda á verkfallinum, sum rakar heilt við síðuna av. Um teir fáa eina lønaravtalu ella ikki, má so koma í aðru røð, tí landið tolir hetta ikki. Skipini mugu fáast aftur at sigla. Tað er meira týdningarmikið enn alt annað í løtuni. Sjálvt samgongusamráðingarnar eiga at víkja fyri hesum, sigur Gerhard Lognberg.
?Tað verða ikki nógvir dagar aftur at við hesum lagnum, til fiskavirkini i oynni bukka undir, og tað verður ein vanlukka, sigur Gerhard Lognberg.
Eisini hava bøndurnir í Sandoynni trupulleikar við at fáa fóður til kríatúrini, og tað er ikki minni vanlukkuligt.
?Steðgar øll hendan vinnan upp um nakrar dagar, sum vandi er fyri, so er oyggin illa farin, sigur Gerhard Lognberg.
Tað er eingin ivi um, at tað er tað reina spott at bjóða skiparum hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni hasa lønina, teir fáa. Tann sum er ósamdur við mær í tí, er ikki í ordan, sigur Gerhard Lognberg og vil harvið leggja dent á, at tað er landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, sum eftir hansara meting eigur høvuðsskuldina fyri støðuni, sum hon er í dag.
Tað hevur víst seg seinastu árini, at tað er Lønardeildin hjá Fíggjarmálastýrinum, sum er felagsnevnarin fyri flestu av teimum verkføllunum, sum seinnu árini regluliga hava verið, vísir hann á.
Gerhard Lognberg hevur kortini ikki hug til í óðum verkum at fara undir at seta í verk blokadur móti tí, sum til oynna kemur, tí tað rakar bara tey í halan, sum eru rakt frammanundan.
Hann vísir eisini á, hvussu út av lagi ring støðan er við ruskinum í Sandoynni. Har liggur jú alt eftir, eins og alla aðrastðani, har verkfallið rakar.
?Eitt verkfall skal raka allastaðni, sigur Gerhard Lognberg, men soleiðis er tað ikki her. Á miðstaðarøkinum vita fólk ikki av hesum verkfallinum. Tey taka tað ikki upp á tungu, tí tey vita ikki, hvat eitt verkfall er fyri nakað, sigur borgarstjórin í Skopun.
Hann er ikki í iva um, at hetta er uppstaðið av berum kleyvarkapi, tí hetta átti at verið loyst longu áðrenn valið, um nakar vilji var til tess.










