Hetta er flovisligt

Tað er ov pínligt, at føroyingar ikki skulu megna at hýsa altjóða hondbóltsdystum í Føroyum, heldur Dennis Holm.

- Fyri at siga tað beint út, so er tað eitt sindur flovisligt, at vit aftur nú skulu spæla okkara landsdystir á heimavølli uttanlands, serliga tá tað kann gerast í Føroyum. Tað sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, nú hondbóltslandsliðið eftir øllum at døma ikki kann spæla sínar heimadystir í Føroyum.

 

Hann sigur, at talan ikki er um somu støðu, sum fótbólturin var í, tá føroyska landsliðið spældi sínar fyrstu heimadystir í Landskrona. Tá vóru ongir aðrir møguleikar.

- Í dag er veruleikin tann, at tað ber til at loysa hendan trupulleikan í Marghøllini í Vági, sum hevur støddina til tess, sigur borgarstjórin.

 

Hann ásannar, at tað fer at vera ein avbjóðing, um dystirnir skulu spælast seint á heysti ella um veturin, tí høllin ikki er upphitað. Men, sigur hann, dystirnir kunnu býtast um, so at vit spæla um várið heldur enn um heystið.

- Marghøllin hevur tann fyrimun fram um aðrar høllir í Føroyum, at hon hevur neyðugu víddina. Man kann plassera ein hondbóltsvøll mitt á fótbóltsvøllin og seta áskoðarapláss rundan um hondbóltsvøllin. Har eru ljós, skiftirúm, pressurúm og so framvegis, sigur Dennis Holm, og váttar, at teir hava sent eitt uppskot til loysn til hondbóltssambandið.

 

Dennis Holm heldur lítið um atfinningina, at Suðuroyggin liggur ov langt burtur og kallar tað eina illusjón.

- Vit hava júst havt eitt VM, har tað vóru 3.400 kilometrar millum ymisku leikvøllirnar. At frakta fólk til Suðuroyar er ein lítil avbjóðing, sum er einkul at loysa eisini. Atlantsflog hevur eina tyrlu, sum flýgur til Suðuroyar upp á 25 minuttir, og Smyril tekur eini 1.000 fólk hvønn túr, sigur borgarstjórin í Vági.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Hilmar Jan Hansen hevði við Dennis Holm á FM 1 í gjár.