- Hetta er fantastiskt og eg kann bara gleðast

Kaj Leo Holm Johannesen gjørdi eitt ordans "come-back" til fólkatingsvalið í gjár

 

Kaj Leo Holm Johannesen úr Sambandsflokkinum gjørdi eitt gott val í gjár. Við sínum 1031 atkvøðum fekk hann fjóðrflestar persónligar atkvøður yvirhøvur, og hann hevur harvið tryggjað sær sessin sum eykamaður á fólkatingi fyri floksfelagan Edmund Joensen.

- Hetta er fantastiskt. Flokkurin hevur gjørt eitt sera flott arbeiði, eingin ivi um tað. At Sambandsflokkurin hevur fingið eitt so gott val, sigur bara tað, at vit gera okkurt rætt. Tað hevur verið ein góður valdystur, og vit hava veruliga meint nakað við at fara á fólkating, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum er bæði fegin og eyðmjúkur um sínar 1031 atkvøður.

##med2##

Til fólkatingsvalið í 2015 fekk hann 462 persónligar atkvøður, sum vil siga, at hann í ár fekk fleiri enn tvífalt so nógvar atkvøður.

- Eg kann sjálvandi ikki lata vera við at vera rættiliga glaður um mítt persónliga úrslit. Eg fór jú doble-up, og tað eri eg sera takksamur fyri. Eg kann bara gleðast um at vera eykamaður hjá Edmundi Joensen, sigur hann og vísir á, hvør orsøkin til góða úrslitið kann vera.

- Eg havi roynt at verið aktivur í løgtingsarbeiðnum og havi verið nógv frammi við fyrispurningum og øðrum. Eg ivist onga løtu í, at tað hevur givið úrslit.

Í Sambandsflokkinum ætla tey at brúka fólkatingssessin at fáa so nógv burturúr sum gjørligt, og serliga er tað á uttanríkispolitiska økinum, at orkan verður løgd, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

- Vit ætla at brúka sessin til handilssáttmálar, viðgerðartrygd og eitt konstruktivt samstarv. Vit fara at hyggja eftir, hvørjar forðingarnar í ríkisfelagsskapinum eru, og heilt ítøkiliga kunnu vit fara eftir eitt nú CPR-nummarinum.