Í hesum døgum verður nýtt hitamet sett í Spania, har hitabylgja er. Í gjár vóru 47,3 hitastig máld í Montero har suðuri í Spania.
Føroyska hitametið er góð 20 hitastig lægri enn tað spanska.
Danska veðurstovan DMI hevur gjørt skrásetingar av hitamátingum í Føroyum síðani 1961, og hitametið hesi árini varð sett í 2003.
17. juli í 2003 vórðu 26,3 hitastig máld á flogvøllinum í Vágum.