– Tað heilt serliga er at síggja alt, sum hevur við bøkur at gera, á einum stað. Ikki minst at møta rithøvundum og forløgum, sum eg dagliga samstarvi við, segði Oyvør Dam Lassen í samrøðu við Bigir Kruse á heimasíðuni hjá Námi í gjár.
– Her eru eisini prentarar, umsetarar, innbindarar og nýggj tøkni sum e-bøkur og talgild leitiamboð, stutt sagt alt, ið hevur við bøkur og bókasavnsyrkið í dag at gera.
– Beint nú var eg á einum fyrilestri, Navigating the Semantic Web, um at leita á netinum. Har lærdi eg um viðurskifti, sum eru nýggj og viðkomandi fyri allar bókavørðar og okkum í Námi, so vit kunnu gera okkara skrásetingararbeiði betri og effiktivari, sigur Oyvør Dam Lassen.
? Á bókamessuni fái eg eisini nýtt innlit í arbeiðið hjá okkara ritstjórum og hvussu arbeitt verður við bókum, bæði heima og í fremmandum londum. Sum heitið sigur, er hetta ein messa, við stórum denti á sølu og marknaðarføring. Tað er serliga spennandi, tí tað er so langt frá mínum dagliga arbeiði á bókasavninum, sum er ein ókeypis tænasta til skúlaverkið, sigur Oyvør Dam Lassen, ið er bókavørður í Námi, sum er avmyndað undir einum enskum sitati eftir Halldór Laxness:
»Whoever doesn’t live in poetry cannot survive here on earth«.