– Hetta er eitt sindur hippie-aktigt.
Tað sigur Jóhan Eli L. Poulsen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, í viðmerking til uppskot til samtyktar frá Høgna Hoydal og Bjørt Samuelsen um at seta fleiri mál landbúnaðin fyri komandi 10 árini við einum yvirskipaðum landbúnaðarpolitikki.
Jóhan Eli L. Poulsen tekur undir við hugskotinum við uppskotinum, men ikki við sjálvum uppskotinum.
– Tað er gott at hava greiða ætlan fyri landbúnaðin. Men uppskotið er fult av manglum, segði hann og vísti á, at eitt nú ferðavinna og vatn- og vindorka ikki verða nevnd í uppskotinum.
Hann sigur, at uppskotið minnir hann um at telja jólini, tí har eru so nógv ymisk mál.
– Hetta verður ein ov stórur biti at svølgja. Tað er ov rúgvusmikið og verður tungt umsitingarliga, segði hann.
Jóhan Eli L. Poulsen heldur, at mann heldur skuldi sett tvey ella trý mál fyrst. Mann kundi byrjað við at hugsa meira um at dyrka epli og fingið meira burturúr ullini, tí tað er harmiligt, at so stórur partur av ullini verður brend, sigur hann. Eisini ivast hann í, um tað er møgulgt at fara undir framleiðslu neytakjøti í Føroyum.
Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, tók eisini orðið, og hon var positiv um uppskotið, sum hon segði hava ein góðan reyðan tráð millum framleiðslu og burðardygd.
– Nú er tíð uppá at seta gongd á arbeiðið móti einum meira burðardyggum Føroyum, segði hon.
– Tað er ein sjálvfylgja, at vit eiga at vera sjálvveitandi, segði Jóhannis Joensen frá Javnaðarflokkinum og spurdi, hvussu mann skal fáa gongd á hetta fyri at fíggja tiltøkini.
Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, segði, at hetta er eitt gott uppskot.
– Vit fáa alt ov lítið burturúr landbúnaðinum í Føroyum, segði hann millum annað.
Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi segði soleiðis:
– Mann má seta eitt greitt ambitiøst mál, um mann vil hava landbúnaðin at menna seg. Eg haldi slett ikki, at 12 mál eru ov nógv, um mann ger tað yvir fleiri ár, segði hon í viðmerking.
Formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, heldur heldur ikki, at 12 mál eru ov nógv og sipaði til viðmerkingina hjá fólkatingsmanninum, Johan Eli Poulsen.
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvismálum, tekur undir við at seta langsiktað mál fyri landbúnaðin. Men hann ivast sum onkur annar eisini í, hvussu skjótt og lætt tað verður at seta hetta í verk. Hann heldur ikki, at júst hetta uppskotið vera realistiskt, tí har eru so nógv ymisk mál innan fyri fleiri áramál, og hann er her samdur við útsøgnini hjá Jóhan Eli L. Poulsen.
Uppskotið
Uppskotið leggur upp til, at nýggi landbúnaðarpolitikkurin skal tryggja og skapa grundarlag fyri, at landbúnaðurin í Føroyum er umhvørvisliga, vistfrøðiliga, sosialt, búskaparliga og mentanarliga burðardyggur. Eisini skal landbúnaðurin vera eitt týðandi íkast til samfelagsbúskapin, og vit skulu í størsta mun gerast sjálvveitandi við dygdarlandbúnaðarvørum.
Málini eru millum annað, at allir tarvkálvar skulu vera gøddir um eitt ár og gagnnýttir, og gongd skal setast á vinnur við øðrum fenaði enn neytum og seyði.
Minst 25 ha av korni verða veltir í Føroyum og minst 200 ha av grønmeti, íroknað epli, harundir ber og kryddurtir. Um 10 ár eru 30-50 ha árliga veltir úr nýggjum, og nærum alt velt lendi verður sligið ella gagnnýtt til aðra landbúnaðarframleiðslu. Um 10 ár eru nýíløgur í fremstu fjós og útgerð til vinnuligan landbúnað framdar
Seyðahaldið skal optimerast, t.e. áseyðatalið í høgunum um veturin er lækkað, meðan lambatalið fyri hvørja ær er munandi vaksið. Nærum allur parturin av seyðinum skal vera gagnnýttur, hetta fevnir um kjøt, avroð, skinn, ull.
Til síðst eru málini, at um 10 ár starvast undir tryggum arbeiðsumstøðum í minsta lagi 200 fólk við beinleiðis vinnuligari framleiðslu í føroyskum landbúnaði. Og um 10 ár er útbúgving, gransking og ein vitanarvinna kring landbúnað og framleiðslu á høgum altjóða stigi bygd upp í Føroyum.
Alt uppskotið kann lesast HER.