Vit føla hetta sum eitt misálit á okkum. Tað sigur Tummas í Garði, limur í koppsetingarbólkinum í sambandi við koronu, nú Jenis av Rana, landsstýrismaður, og lækni, alment hevur sátt iva um, hvussu trygt tað er at lata seg koppseta fyri koronu.
Hann vísir á, at almenni politikkurin hjá myndugleikunum hevur verið at eggja so nógvum sum gjørligt til at lata seg koppseta, og bæði landsstýrið og heilsuverkið hava lagt ómetaliga stóra orku í at leggja alt til rættis.
– Tí er tað rættiliga hugstoytt, at ein, ið umboðar myndugleikarnar á hægsta stigi, sáar iva um okkara arbeiði. Eg haldi, at hetta er at máa støðið undan almenna politikkinum hjá landsstýrinum, og í koppsetingarbólkinum taka vit útsøgnina hjá Jenisi av Rana sum eitt misálit á okkara arbeiði, sigur Tummas í Garði.
Annars vísir hann á, at tað er ikki nakað nýtt, at ivi verður sáddur um koppingarevni, tí tað hevur altíð dagar verið so, at tað eru nøkur, sum eru sannførd um, at tað er skaðiligt, sama hvørja koppseting, talan er um.
Høvuðsatfinningin ímóti koppingarevninum fyri koronu, hevur verið, at tað er rættiliga stutt fráliðið frá tí, at korona tók seg upp, til koppingarevnið er til taks. Tað var ikki eitt ár frá tí, at korona fór at gera um seg, til koppingarevnið var klárt og tí eru summi sannførd um, at tað er ikki nóg trygt at brúka, tí tað er ikki roynt nóg væl.
Tummas í Garði sigur, at ein høvuðsorsøk til, at tað ofta tekur so langa tíð at menna eitt koppingarevni, er, at tað verða ikki brúktir so nógvir pengar upp á tað, og so tekur tað tíð. Tað er heilt øðrvísi við koronu, tí kravið um at fáa eitt koppingarevni var øgiligt og av tí sama eru ómetaliga nógvir pengar lagdir í arbeiðið at menna eitt koppingrevni.
Ein stórur trupulleiki við koppingarevninum frá Pfizer, er, at tað skal goymast í 70 kuldastigum, annars spillist tað, og undir vanligum umstøðum høvdu tey brúkt neyðugu tíðina upp á at gera tað lættari at handfara. Men í hesum føri var tørvurin so stórur, at tað er koyrt á marknaðin, hóast handfaringin er so krevjandi. Men ynskið um at fáa eitt koppingarevni var størri enn tolni eftir at bíða í eina tíð, til tað var lættari at handfara. Tað er ein orsøk afturat til, at tað gekk so skjótt at fáa koppingarevnið á marknaðin, sigur Tummas í Garði.