Sum vit skrivaðu í áðni hevur hevur sjúkrahúsverkið verið hart rakt av koronu og bara síðani í desember hava yvir 600 starvsfólk í sjúkrahúsverkinum havt koronu.
Les meiri um tað her: Yvir 600 starvsfólk hava havt koronu
Men nú Steinar Eirikstoft, stjóri í sjúkrahúverkinum, tekur saman um, staðfestir hann, at hóast hetta, hava tey í sjúkrahúsverkinum gjørt at kalla allar aðrar sjúkur – og ikki bara tað, tí í roynd og veru hevur virksemið í sjúkrahúsverkinum aldrin verið størri enn tað hevur verið í fjør. Í fjør viðgjørdu vit fleiri sjúklingar enn vit hava gjørt nakað annað ár, sigur hann.Vit hava gjørt fleiri sjúkugreiningar, havt fleiri viðtalur og havt metnógvar sjúklingar innlagdar - og síðani 2005 eru ongantíð so nógv børn born í heim sum í fjør.
Størsti vøksturin er á medisinsku og psykiatrisku ambulatoriunum, har virksemið hevur verið ávikavist 14 prosent og 10 prosent størri í fjør enn í 2020 - sum eisini var metár. Virksemið setti altso met í 2021 hóast korona hevur herjað og hóast øllum teimum óvissum, hetta hevur havt við sær, sigur Steinar Eirikstoft. Og tað heldur hann er eitt bragd, so
gerandisdegi hevur korona ikki fylt alt. Verri enn so, leggur hann afturat. Somuleiðis sær út til, at játtanin fyri í fjør fer at halda, og eftir øllum at døma, koma vit at bera nakrar milliónir aftur til landskassan, sigur hann.











