Í morgin tekur Løgtingið arbeiðið upp aftur eftir at arbeiðið hevur ligið stilt síðani fyri jól. Men í sama viðfangi verður eisini skipað fyri veðurlagsverkfalli uttan fyri Løgtingshúsið klokkan tvey, seinnapartin í morgin.
Hetta er fimtu ferð at skipað verður fyri veðurlagsverkfalli í Føroyum, og endamálið er at leggja trýst á politikararnar fyri at fáa teir at taka veðurlagsbroytingarnar í álvara. Endamálið er eisini at eggja kommunum, vinnulívi og einstaklingum til at minka um útlátið av skaðiligum evnum.
– Okkara avrik á umhvørvisøkininum higartil eru ikki minni enn ein skomm fyri Føroyar, sum annars ber seg fram sum undangonguland á umhvørvisøkinum, sigur Elsa Berg, sum er ein av stigtakaraum.
Hon sigur, at hóast varandi orkukeldur eru nógv mentar, hevur okkara útlát staðið í stað, ella tað er vaksið ótarnað seinastu 17 árini. Og hetta hendir, hóast vit longu í 2009 settu okkum sum politisk mál, at í 2020 skuldi útlátið verða 20 prosent minni enn tað var í 2005.
Aftrat hesum frættist nú, at landsstýrið ætlar aftur at fara at leita eftir olju í føroyskum øki í Hetta er ørkymlandi og samsvarar ikki við nakra ætlan um at basa veðurlagsbroytingarnar og at halda paríssáttmálan, sigur Elsa Berg.
Á veðurlagsverkfallinum í morgin fer Sanna Dahl Andreassen at lesa yrkingar, umframt at Hervør Pálsdóttir og Martin á Fløghamri fara at halda røðu
Fyri at ikki at stirðna í kuldanum, verður eisini kaffi, kaka, bollar og kaka at fáa – men tað er neyðugt er at hava kopp við.
Tey siga, at felagsskapirnir, Føroya Náttúru- og umhvørvisfelag, Ringrás, Unga Tjóðveldið, Ungamannafelagið Samband og Sosialistisk Ung, stuðla tiltakinum. Haraftrat stuðlar Reyði Krossur veðurlagsverkføllunum á tí grundarlagi, at menniskjaskaptar veðurlagsbroytingar eru ein stór orsøktil fleiri menniskjansligar kreppur kring heimin.
Tiltøkini í Føroyum eru ein partur av einum heimsumfatandi veðurlagsverkfalli, sum 16 ára gamla Greta Thunberg í Svøríki, hevur tikið stig til, og hvønn fríggjadag eru fleiri túsund fólk í veðurlagsverkfalli kring allan heimin, sigur Elsa Berg.